Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 4
Djevulin freistar Jesus í oyðimørkini
v1 Men Jesus vendi aftur frá Jórdan, fullur av heilagum anda, og hann varð av andanum førdur út í oyðimørkina v2 í fjøruti dagar, alt meðan hann varð freistaður av djevulinum. Og hann át einki teir dagarnar, og tá ið teir vóru lidnir, fór hann at hungra. v3 Men djevulin segði við hann: «Ert tú sonur Guðs, tá sig við henda steinin, at hann skal verða breyð.» v4 Og Jesus svaraði honum: «Skrivað stendur: «Menniskjan livir ikki av breyði eina.» v5 Tá fór hann niðan á við honum og sýndi honum øll ríki heimsins í einum eygnabragdi. v6 Og djevulin segði við hann: «Tær vil eg geva alt hetta veldið og dýrd teirra, tí at mær er tað givið í hendur, og eg lati hvønn fáa tað, sum eg vil. v7 Um tú tí vilt tilbiðja meg, tá skal tað alt verða títt.» v8 Og Jesus svaraði og segði við hann: «Skrivað stendur: «Harran, Guð tín, eigur tú at tilbiðja og tæna honum eina.»» v9 Og hann fór við honum inn í Jerúsalem og setti hann upp á tindin á halgidóminum og segði við hann: «Um tú ert sonur Guðs, tá stoyt teg oman hiðani; v10 tí at skrivað stendur: «Einglum sínum man hann geva boð um teg, at teir skulu varðveita teg, v11 og á hondum munnu teir bera teg, at tú ikki skalt meiða fót tín á nøkrum steini.»» v12 Og Jesus svaraði og segði við hann: «Tað hevur verið sagt: «Tú mást ikki freista Harran, Guð tín.»» v13 Og tá ið djevulin hevði lokið alla freisting, veik hann frá honum um stund.
Jesus til Galileu og til Nasaret
v14 Og Jesus vendi í kraft andans aftur til Galileu; og tíðindi um hann komu út um øll bygdarløgini har um vegir. v15 Og hann lærdi í samkomuhúsum teirra og varð lovaður av øllum. v16 Og hann kom til Nasaret, har sum hann var vaksin upp, og hann fór, sum siður hansara var, hvíludagin inn í samkomuhúsið; og hann reisti seg upp at lesa fyri. v17 Og bók Jesaja profets varð honum fingin, og tá ið hann opnaði bókina, fann hann niður á tann staðin, har sum skrivað stóð: v18 «Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, v19 til at kunngera eitt Harrans náðiár.» v20 Og hann legði bókina saman og fekk tænaranum hana og settist niður; og hvørs mans eygu í samkomuhúsinum hugdu upp á hann. v21 Men hann tók undir at tala til teirra: «Í dag er hetta skriftorðið gingið út fyri oyrum tykkara.» v22 Og øllum leitst væl á hann, og tey undraðust á tey lívsælu orð, sum komu av munni hansara; og tey søgdu: «Er hann ikki sonur Jósefs?» v23 Og hann segði við tey: «Óivað munnu tit fara og siga við meg hetta orðtakið: «Lækni, lek sjálvan teg. Ger eisini her í heimbygd tíni so stór verk, sum vit hava frætt at vera hend í Kapernaum.»» v24 Og enn meira segði hann: «Sanniliga sigi eg tykkum: Eingin profetur er væl kendur í sínum egna fosturlandi. v25 Men eg sigi tykkum av sonnum: Mangar vóru einkjurnar í Ísrael á døgum Elia, tá ið himmalin var latin aftur í trý ár og seks mánaðir, ta ferðina tað var stórur hungur í øllum landinum; v26 og til onga teirra var Elia sendur, men bert til Sáreptu við Sidon til eina einkju. v27 Og mangir vóru hinir spitalsku í Ísrael, meðan Elisa profetur var uppi á døgum, og eingin teirra varð reinsaður, men eina Náaman Sýriulendingur.» v28 Og øll í samkomuhúsinum vórðu full av vreiði, tá ið tey hoyrdu hetta, v29 og tey reistust og koyrdu hann avstað út úr bygdini og fóru við honum ytst á røðina á tí fjallinum, sum bygd teirra var bygd á, at rinda honum oman har. v30 Men hann gekk ígjøgnum, mitt ímillum teirra, og fór leið sína.
Jesus rekur út illan anda í Kapernaum
v31 Og hann kom oman til Kapernaum, eina bygd í Galileu; og hann lærdi tey har um hvíludagin; v32 og tey vóru bilsin av læru hansara, tí at tala hansara var við mekt og mæti. v33 Og í samkomuhúsinum var ein maður, sum hevði ein óreinan, illan anda, og hann rópaði so hart, sum hann var mentur: v34 «Ey! Hvat hava vit at gera við teg, Jesus úr Nasaret? Ert tú komin at oyðileggja okkum? Eg veit, hvør tú ert, hin heilagi Guðs.» v35 Og Jesus hótti at honum og segði: «Tig og far út úr honum!» Og hin illi andin rendi hann mitt inn ímillum teirra og fór út úr honum, men hevði ikki skaðað hann nakað. v36 Og ræðsla kom á øll, og tey talaðu saman sín ámillum og spurdu hvør annan: «Hvat er hetta fyri orð? Tí at við mátti og megi býður hann teimum óreinu andunum, og teir fara út!» v37 Og tíðindini um hann komu út allar staðir har um vegir.
Jesus grøðir vermóður Pæturs og onnur sjúk
v38 Men hann reistist og fór út úr samkomuhúsinum og gekk inn við hús hjá Símuni. Men vermóðir Símunar lá sjúk, yvirtikin av sterkari hitasótt; og tey bóðu hann fyri hana. v39 Og hann gekk fram at henni og stóð uppi yvir henni og hótti at hitasóttini, og hon fór av henni; og í stundini fór hon upp og borðreiddi fyri teimum. v40 Men tá ið sólin setti, komu øll tey, sum høvdu sjúk fólk av alskyns sjúkum, við teimum til hansara; og hann legði hendurnar á hvørt eitt av teimum og grøddi tey. v41 Eisini illir andar fóru út úr mongum, og teir rópaðu og søgdu: «Tú ert sonur Guðs!» Og hann hótti at teimum og gav teimum ikki loyvi at tala, tí at teir vistu, at hann var Kristus.
Jesus prædikar
v42 Men tá ið dagur var komin, gekk hann út og fór burtur á ein oyðistað, og mannamúgvurnar leitaðu eftir honum; og tey komu til hansara og royndu at halda honum aftur, at hann ikki skuldi fara frá teimum. v43 Men hann segði við tey: «Eg eigi eisini at bera hinum bygdunum gleðiboðskapin um Guðs ríki, tí at til tess varð eg sendur.» v44 Og hann prædikaði í samkomuhúsunum í Galileu.