Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 5
Fiskaveiði Pæturs
v1 Men tað bar á, meðan mannamúgvan tyrptist um hann og lýddi á Guðs orð, og hann var staddur við Genesaret vatnið, v2 at hann sá tveir bátar liggja í fjøruni, men útróðrarmenninir vóru farnir burtur frá teimum og sótu og reinskaðu gørnini. v3 Og hann fór tá inn í annan bátin, sum Símun átti, og bað hann leggja eitt sindur út frá landi; og hann settist tá niður og lærdi mannfjøldina úr bátinum. v4 Men tá ið hann var hildin uppat at tala, segði hann við Símun: «Legg út á dýpið, og setið gørn tykkara út eina setu!» v5 Og Símun svaraði og segði: «Meistari, vit hava roynt alla nátt og einki fingið; men eftir tínum orði vil eg seta gørnini út aftur.» v6 Og tá ið teir hetta gjørdu, fingu teir eina stóra mongd av fiski í; men gørnini hjá teimum skrædnaðu. v7 Og teir veittraðu eftir lagsmonnum sínum á hinum bátinum at koma og hjálpa sær; og teir komu, og teir fyltu upp í báðar bátarnar, so at teir vóru søkkladnir. v8 Men tá ið Símun Pætur hetta sá, fell hann Jesusi til kníggja og segði: «Far frá mær, Harri, tí at eg eri ein syndigur maður!» v9 Tí at ræðsla var komin á hann og á allar teir, sum við honum vóru, av hesi fiskaveiði, sum teir høvdu fingið; v10 og somuleiðis eisini á Jákup og Jóhannes, synir Sebedeusar, sum vóru lagsmenn Símunar. Og Jesus segði við Símun: «Óttast ikki, hereftir skalt tú veiða menn!» v11 Og teir drógu bátarnar upp á land og fóru frá øllum og fylgdu honum.
Jesus grøðir spitalskan mann
v12 Og tað bar so á, meðan hann var í eini bygdini, at har var ein maður, fullur av spitalskusjúku; og tá ið hann sá Jesus, kastaði hann seg niður fram eftir rommum og bað hann og segði: «Harri, um tú vilt, kanst tú reinsa meg.» v13 Og hann rætti hondina út, nam við hann og segði: «Eg vil, verð reinur!» Og í stundini fór spitalskusjúkan av honum. v14 Og hann beyð honum ikki at siga nøkrum hetta; men «far tú avstað og sýn teg fyri prestinum og ofra fyri reinsan tína, soleiðis sum Móses hevur ásett, til vitnisburðar fyri teimum!» v15 Men tíðindini um hann komu hvaðna víðari um, og stórar mannfjøldir komu saman at lýða á hann og at fáa heilsubót fyri sjúkdómum sínum. v16 Men sjálvur hevði hann seg undan út í oyðimerkurnar og helt bøn.
Jesus grøðir ein giktsjúkan
v17 Og tað bar so á ein dagin, meðan hann lærdi, at har sótu Farisearar og lóglærarar, sum komnir vóru úr hvørji bygd í Galileu og Júdeu og úr Jerúsalem; og kraft Harrans var yvir honum til at grøða. v18 Og sí, tá komu menn berandi við einum manni, sum var giktsjúkur, á eini song; og teir royndu at bera hann inn og leggja hann niður framman fyri hann. v19 Og tá ið teir ongan veg sóu at sleppa inn við honum fyri mannamúgvuni, fóru teir upp á tekjuna og lótu hann við songini síga niður millum taksteinanna beint framman fyri Jesus. v20 Og tá ið hann sá trúgv teirra, segði hann: «Maður, syndir tínar eru tær fyrigivnar!» v21 Og hinir skriftlærdu og Fariseararnir tóku at hugsa við sær sjálvum og søgdu: «Hvør er hesin, sum talar slíka gudsspottan? Hvør kann fyrigeva syndir uttan Guð eina?» v22 Men tá ið Jesus skildi hugsan teirra, svaraði hann og segði við teir: «Hvat hugsa tit í hjørtum tykkara? v23 Hvat er lættari at siga: «Syndir tínar eru tær fyrigivnar», ella at siga: «Statt upp og gakk?» v24 Men fyri at tit skulu vita, at menniskjusonurin hevur vald á jørð til at fyrigeva syndir,» – tá segði hann við hin giktsjúka –: «Eg sigi tær, statt upp og tak song tína og far heim til tín sjálvs!» v25 Og í stundini stóð hann upp beint fyri eygunum á teimum, tók legu sína og fór heim til sín sjálvs lovandi Guði. v26 Og øll stóðu bilsin og ovfarin, og tey lovaðu Guði; og tey vóru full av ótta og søgdu: «Vit hava í dag sæð tað, sum er ótrúligt.»
Jesus kjósar sær Levi til lærusvein
v27 Og eftir hetta fór hann út aftur, og hann sá tá ein tollara, nevndan Levi, sitandi við tollbúðina, og hann segði við hann: «Fylg mær!» v28 Og hann fór frá øllum, stóð upp og fylgdi honum. v29 Og Levi gjørdi eina stóra veitslu fyri honum heima við hús hjá sær sjálvum, og har var ein stórur flokkur av tollarum og øðrum, sum sótu til borðs saman við teimum. v30 Og Fariseararnir og hinir skriftlærdu teirra illkendust við lærusveinar hansara og søgdu: «Hví eta tit og drekka tit í felagi við tollarum og syndarum?» v31 Og Jesus svaraði og segði við teir: «Ikki tarvast teimum frísku lækna, men teimum, ið ilt hava. v32 Eg eri ikki komin at kalla rættvísar, men syndarar til umvendingar.»
Jesus talar um føstu
v33 Men teir søgdu við hann: «Lærusveinar Jóhannesar fasta ofta og halda bønir, og somuleiðis eisini teir hjá Farisearunum; men teir hjá tær eta og drekka.» v34 Men Jesus segði við teir: «Munnu tit kunna fáa brúðmenninar at fasta, meðan brúðgómurin er hjá teimum? v35 Men dagar skulu koma, og tá ið brúðgómurin verður tikin frá teimum, tá skulu teir fasta á teimum døgum. v36 Men hann segði teimum eisini eitt líknilsi: «Eingin skræðir eina bót av einum nýggjum klæðum og setir hana í eini gomul klæði; annars skræðir hann tey nýggju sundur, og bótin av teimum nýggju hóskar ikki upp í tey gomlu. v37 Og eingin letur nýtt vín í gamlar leðurfløskur; annars spreingir hitt nýggja vínið leðurfløskurnar, og tað fer til spillis, og leðurfløskurnar fara fyri einki. v38 Men nýtt vín eigur at verða latið í nýggjar leðurfløskur. Tá verða báðir partar goymdir. v39 Og eingin, sum hevur drukkið gamalt vín, ynskir sær nýtt; tí at hann sigur: hitt gamla er gott.»