Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 7
Húskallur herhøvdingans
v1 Tá ið hann hevði endað øll orð síni, meðan fólkið lýddi á, fór hann inn í Kapernaum. v2 Men har var ein herhøvdingi, ið hevði ein húskall, sum var sjúkur og lá at doyggja og sum hann helt nógv um. v3 Men tá ið hann fekk at frætta um Jesus, sendi hann nakrar av hinum elstu millum Jødanna til hansara at biðja hann koma og bjarga lívinum í húskalli sínum. v4 Og tá ið teir komu til Jesus, bóðu teir hann bønliga og søgdu: «Hann er tess væl verdur, at tú gert hetta fyri hann; v5 tí at hann elskar fólk okkara, og samkomuhúsið hevur hann bygt okkum.» v6 Og Jesus fór tá við teimum. Men longu tá ið teir høvdu stutt eftir til húsa, sendi herhøvdingin nakrar vinmenn sínar til hansara og læt siga við hann: «Harri, ger tær ongan ómak! Tí at eg eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær. v7 Tí helt eg meg sjálvan heldur ikki verdan at koma til tín; men sig tað við einum orði, so verður drongur mín frískur. v8 Tí at eg eri sjálvur ein maður, ið standi undir yvirmonnum og havi hermenn undir mær; og sigi eg við henda: «Far!» so fer hann; og við ein annan: «Kom!» so kemur hann; og við húskall mín: «Ger hetta!» so ger hann tað.» v9 Men tá ið Jesus hoyrdi hetta, undraðist hann á hann; og hann vendi sær á og segði við mannamúgvuna, sum fylgdist við honum: «Tað sigi eg tykkum: Ikki í sjálvum Ísrael havi eg funnið so mikla trúgv.» v10 Og tá ið teir, sum sendir vóru, komu heim aftur til húsa, funnu teir húskallin frískan.
Sonur einkjunnar í Nain
v11 Og tað hendi dagin eftir, at hann fór til eina bygd, sum eitur Nain; og fleiri av lærusveinum hansara og ein stórur mannaskari vóru í ferðini við honum. v12 Men tá ið hann nærkaðist bygdarliðinum, sí, tá varð ein deyður borin út, sum var einasti sonur hjá móður síni, og hon var einkja, og stórur skari úr bygdini fylgdist við henni. v13 Og tá ið Harrin sá hana, tókti honum hjartaliga synd í henni, og hann segði við hana: «Grát ikki!» v14 Og hann gekk fram at líkbøruni og nam við hana; men teir, sum bóru, steðgaðu; og hann segði: «Ungi maður, eg sigi tær, reis teg upp!» v15 Og tann deyði settist upp undir seg og tók at tala; og hann gav móður hansara hann. v16 Men ótti kom á øll, og tey lovaðu Guði og søgdu: «Stórur profetur er risin upp okkara millum,» og: «Guð hevur vitjað fólk sítt.» v17 Og hesi tíðindi um hann komu út um alla Júdeu og allar staðir har í nánd.
Jóhannes doyparin sendir boð til Jesusar, fær svar og vitnisburð
v18 Og lærusveinar Jóhannesar søgdu honum frá øllum hesum. v19 Tá kallaði Jóhannes tveir av lærusveinum sínum til sín og sendi teir til Harrans og læt siga: «Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» v20 Fram komnir til hansara søgdu menninir: «Jóhannes doyparin hevur sent okkum til tín og letur siga: Ert tú tann, ið koma skal, ella eiga vit at vænta ein annan?» v21 Á teirri somu stund grøddi hann mong frá sjúkum og plágum og illum andum, og mongum blindum gav hann sjónina aftur. v22 Og hann svaraði og segði við teir: «Farið og berið Jóhannesi boð um tað, sum tit hava sæð og hoyrt: Blind fáa sjón, lamin ganga, spitølsk verða rein, deyv hoyra, deyð rísa upp, fátækum verður gleðiboðskapurin boðaður; v23 og sælur er tann, ið ongan meinboga fær av mær.» v24 Men tá ið sendisveinar Jóhannesar vóru avstað farnir, tók Jesus undir at tala til mannamúgvurnar um Jóhannes: «Hvat fóru tit út í oyðimørkina at skoða? Ein sevlegg, ið sveiggjar higar og hagar í vindinum? v25 Ella hvat fóru tit út at síggja: Ein mann klæddan í mjúk klæði? Sí, teir, sum ganga í skartaklæðum og liva í góðgæti, eru í kongshøllum. v26 Ella hvat fóru tit út at síggja: Ein profet? Ja, eg sigi tykkum, enntá meir enn ein profet. v27 Hann er tann, sum skrivað stendur um: «Sí, eg sendi sendiboð mítt undan tær. Hann skal greiða veg tín fyri tær.» v28 Eg sigi tykkum: Eingin av kvinnubornum er størri profetur enn Jóhannes; men hin minsti í Guðs ríki er størri enn hann. v29 Og alt fólkið, sum lýddi á hann, og tollararnir við, góvu Guði rætt, við tað at tey vórðu doypt við dópi Jóhannesar. v30 Men Fariseararnir og hinir lógkønu gjørdu Guðs ráð við teimum sjálvum til einkis, við tað at teir vórðu ikki doyptir av honum.
Fólkið tvørlynt
v31 Hvat skal eg tá líkna fólkini í hesi slekt við? Hvørjum eru tey lík? v32 Tey líkjast børnum, sum sita á torgi og rópa hvørt til annað og siga: «Vit spældu á floytu fyri tykkum, og ikki tit dansaðu; vit sungu sorgarljóð, og ikki tit grótu. v33 Tí at Jóhannes doyparin er komin; hann hvørki át breyð ei heldur drakk vín, og tit siga: «Hann hevur ein illan anda.» v34 Menniskjusonurin er komin; hann etur og drekkur, og tit siga: «Sí, slíkur átari og drykkjumaður, tollara og syndara vinur.» v35 Og vísdómurin er vorðin rættvísgjørdur av øllum børnum sínum.»
Syndafull kona salvar Jesus
v36 Men ein av Farisearunum beyð honum at koma og eta hjá sær; og hann fór inn við hús hjá Farisearanum og settist til borðs. v37 Og sí, har var í bygdini ein syndafull kona; og tá ið hon fekk at vita av, at hann sat til borðs heima við hús hjá Farisearanum, kom hon við eini alabastur-krukku av smyrslum v38 og stillaði seg aftan fyri hann við føturnar á honum grátandi, og tók til at væta føtur hansara við tárum sínum og turkaði teir við høvuðhári sínum; og hon kysti føtur hansara og salvaði teir við smyrslunum. v39 Men tá ið Farisearin, sum hevði boðið honum, sá hetta, segði hann við sær sjálvum: «Hevði hann verið ein profetur, mátti hann vitað, hvør og hvat fyri ein kona hon er, sum nemur við hann, at hon er ein syndafull kona.» v40 Og Jesus tók til orða og segði við hann: «Símun, eg havi nakað at siga tær.» Men hann sigur: «Meistari, sig tað!» v41 Ein maður, sum lænti peningar út, hevði tveir skuldarar; annar teirra skyldaði honum fimm hundrað denarar, og annar fimmti. v42 Og tá ið teir einki áttu at gjalda við, gav hann teimum báðum eftir. Hvør teirra man nú elska hann meira?» v43 Símun svaraði og segði: «Eg haldi, tann, sum hann gav meira eftir.» Men hann segði við hann: «Rætt dømdi tú.» v44 Og í tí hann vendi sær móti konuni, segði hann við Símun: «Sært tú hesa konuna? Eg kom inn í hús tíni; tú gavst mær ikki vatn til føtur mínar, men hon vætti føtur mínar við tárum sínum og turkaði teir við hári sínum. v45 Tú gavst mær ikki koss; men hon helt ikki uppat, frá tí eg kom inn, at kyssa føtur mínar. v46 Tú salvaði ikki høvur mítt við olju; men hon salvaði føtur mínar við smyrslum. v47 Av teirri grund sigi eg tær: Hennara mongu syndir eru henni fyrigivnar, tí at hon elskaði mikið; men tann, sum lítið er fyrigivið, elskar lítið.» v48 Men hann segði við hana: «Syndir tínar eru fyrigivnar.» v49 Og teir, sum sótu til borðs við honum, fóru at siga við sær sjálvum: «Hvør er hesin, sum eisini fyrigevur syndir?» v50 Men hann segði við konuna: «Trúgv tín hevur frelst teg; far tú í friði!»