Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Lukas, kapittul 8
Ferðafylgi Jesusar
v1 Og tað hendi í teirri tíðini, sum kom aftaná, at hann ferðaðist um, stað úr staði og bygd úr bygd og prædikaði og boðaði gleðiboðskapin um Guðs ríki, og saman við honum teir tólv v2 og nakrar kvinnur, sum hjálptar vóru frá illum andum og sjúkdómum: Maria, Magdalena tey kalla, sum sjey illir andar vóru farnir út úr, v3 og Jóhanna, kona Kúsa, húsfúta Heródesar, og Súsanna og mangar aðrar, sum tænaðu teimum við tí, sum tær áttu.
Sáðmaðurin
v4 Men tá ið stór mannamúgva var saman komin, og tey fóru út til hansara úr eini bygd fyri og aðrari eftir, segði hann við einum líknilsi: v5 «Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt; og í tí hann sáaði, fell sumt sáðið fram við veginum og varð niðurtraðkað, og himmalsins fuglar ótu tað upp. v6 Og sumt fell á hellubotn, og tá ið tað vaks, følnaði tað, av tí at tað fekk onga vætu. v7 Og sumt fell mitt niður millum tornir, og tornirnar vuksu upp við og køvdu tað. v8 Og sumt fell í góða jørð, og tað vaks upp og bar hundraðfaldan ávøkst. Tá ið hann hetta segði, rópaði hann: «Tann, ið oyru hevur at hoyra við, hann hoyri!»
Liknilsistala
v9 Men lærusveinar hansara spurdu hann, hvat hetta líknilsi hevði at týða. v10 Men hann segði: «Tykkum er tað givið at kenna loyndarmál Guðs ríkis, men hinum í líknilsum, til tess at tey, tó at tey síggja, ikki mega síggja, og tó at tey hoyra, ikki mega fata.
Sáðmaðurin
v11 Men hetta hevur líknilsið at týða: Sáðið er Guðs orð. v12 Og tey fram við veginum eru tey, sum hoyra á; síðan kemur djevulin og tekur orðið úr hjarta teirra, til tess at tey ikki skulu trúgva og verða frelst. v13 Men tey á hellubotninum eru tey, sum taka við orðinum við gleði, tá ið tey hoyra tað; men hesi hava onga rót; tey trúgva eitt skifti; og á royndarstund falla tey frá. v14 Men tað, sum fell millum tornirnar, tað eru tey, sum hoyra og síðan verða køvd av lívsins sorgum og ríkidømi og njótingum og ikki bera búna frukt. v15 Men tað í teirri góðu jørðini, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni.
Móttøka orðsins
v16 Men eingin, sum kveikt hevur eitt ljós, krógvar tað undir einum keraldi ella setir tað undir eina song: men hann setir tað í ein ljósastaka, at tey, sum inn koma, kunnu síggja ljósið. v17 Tí at einki er fjalt, sum ikki skal koma upp, og einki er loynt, sum ikki skal verða kunnigt og koma í ljósmála. v18 Gevið tí gætur eftir, hvussu tit hoyra; tí at tann, sum hevur, honum skal verða givið; og tann, sum ikki hevur, frá honum skal verða tikið eisini tað, sum hann heldur seg hava.»
Jesu rætta skyldfólk
v19 Men móðir hansara og brøður hansara komu til hansara, og tey kundu ikki sleppa fram at honum fyri mannfjøldini. v20 Og honum vórðu tey boð send: «Móðir tín og brøður tínir standa fyri uttan og vilja hitta teg.» v21 Men hann svaraði og segði við tey: «Móðir mín og brøður mínir eru hesi, sum hoyra Guðs orð og gera eftir tí.»
Óveðrið á vatninum
v22 Men tað bar so á ein dagin, at hann fór út í ein bát og lærusveinar hansara við honum, og hann segði við teir: «Latum okkum fara yvirum hinumegin vatnið!» Og teir fóru undir segl. v23 Men meðan teir sigldu, sovnaði hann. Og ein meldurglaða kom eftir vatninum, so at báturin fyltist, og teir vóru í vanda. v24 Teir fóru tá og vaktu hann og søgdu: «Meistari, meistari, vit ganga burtur!» Men hann reistist og hótti at vindinum og aldubrotunum; og tað slætnaði og varð blikalogn. v25 Og hann segði við teir: «Hvar er trúgv tykkara?» Men teir óttaðust og undraðust og søgdu hvør við annan: «Hvør man tó hesin vera, at hann býður yvir bæði vindunum og vatninum, og tey akta hann?»
Jesus hjá Gerasenum
v26 Og teir komu at landi í bygdarlaginum hjá Gerasenum, sum er beint yvir av Galileu. v27 Men tá ið hann kom upp á land, kom ímóti honum ein maður úr bygdini, sum illir andar vóru í; og langa tíð hevði hann ikki verið í klæðum og hevði ikki heftst við hús, men hildið til í gravarhellunum. v28 Men tá ið hann sá Jesus, skar hann í róp og fell niður fyri honum og segði við harðari rødd: «Hvat havi eg at gera við teg, Jesus, sonur Guðs hins hægsta? Eg biði teg, at tú ikki mást pína meg!» v29 Tí at hann beyð hinum óreina andanum at fara út úr manninum. Tí at í langar tíðir hevði hann tuskað um við honum, og hann hevði verið bundin við leinkjum og fótfjøtrum og havdur í varðveitslu; og hvørja ferð hevði hann kvett bondini og varð av hinum illa andanum rikin út í oyðimerkurnar. v30 Men Jesus spurdi hann og segði: «Hvat er navnið títt?» Men hann segði: «Legión»; tí at mangir illir andar vóru farnir inn í hann. v31 Og teir bóðu hann, at hann ikki mátti áleggja teimum at fara niður í avgrundina. v32 Men har var eitt stórt svínafylgi, sum gekk á biti á fjallinum; og teir bóðu hann at loyva sær at fara inn í tey, og hann loyvdi teimum tað. v33 Men hinir illu andarnir fóru út úr manninum og fóru inn í svínini, og fylgið stoyttist oman av hamrinum í vatnið og kódnaði. v34 Men tá ið hirðarnir sóu tað, sum hent var, rýmdu teir og bóru tíðindi um hetta inn í staðin og út um bygdir. v35 Og tey fóru út at síggja tað, sum hent var, og tey komu til Jesus og funnu mannin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, sitandi ílatnan og við sínum fulla viti við føturnar á Jesusi; og ótti kom á tey. v36 Men teir, sum sæð høvdu, greiddu teimum frá, hvussu tann, sum hinir illu andarnir vóru í, var vorðin bjargaður. v37 Og alt fólkið har í nánd hjá Gerasenum bað hann fara avstað haðani burtur frá teimum, tí at stór ræðsla var komin á tey. Hann steig tá aftur í bátin og fór avstað aftur. v38 Men maðurin, sum hinir illu andarnir vóru farnir út úr, bað hann um at sleppa at vera hjá honum; men hann læt hann fara frá sær og segði: v39 «Far tú heim aftur til tín sjálvs og sig frá, hvørjar stórgerðir Guð hevur gjørt tær.» Og hann fór avstað og kunngjørdi um alla bygdina, hvørjar stórgerðir Jesus hevði gjørt honum.
Dóttir Jairi, konan við blóðsótt
v40 Men tá ið Jesus kom aftur, tók mannfjøldin væl ímóti honum; tí at øll bíðaðu eftir honum. v41 Og sí, har kom maður, nevndur Jairus, og hann var forstøðumaður fyri samkomuhúsinum; og hann fell Jesusi til fóta og bað hann koma heim til sín; v42 tí at einasta dóttirin, hann átti, um tólv ára gomul, lá at doyggja. Men meðan hann var á leiðini hagar, trongdust mannamúgvurnar uttan um hann. v43 Og har var ein kona, sum í tólv ár hevði havt blóðsótt, og hon hevði givið út alla ogn sína til læknar, men ikki fingið nakra hjálp hjá nøkrum; v44 hon kom til aftan ífrá og nam við faldin á kappa hansara, og í somu stund helt blóðsótt hennara uppat. v45 Og Jesus segði: «Hvør var tað, sum nam við meg?» Men tá ið øll noktaðu fyri tí, segði Pætur og teir, sum við honum vóru: «Meistari, mannamúgvan treingist og troðkast um teg.» v46 Men Jesus segði: «Nakar nam við meg, tí at eg kendi á mær, at ein kraft gekk út frá mær.» v47 Men tá ið konan sá, at hon ikki var duld, kom hon piprandi og fell niður fyri hann og segði frá, so alt fólkið hoyrdi, av hvørji grund hon hevði nomið við hann, og hvussu hon í somu stund var vorðin frísk. v48 Men hann segði við hana: «Dóttir mín, trúgv tín hevur frelst teg. Far tú í friði!» v49 Meðan hann enn talaði, kemur nakar heiman frá forstøðumanninum fyri samkomuhúsinum og sigur: «Dóttir tín er sloknað ger meistaranum ongan ómak longur.» v50 Men tá ið Jesus hetta hoyrdi, svaraði hann honum: «Óttast ikki; trúgv eina, so skal hon verða bjargað!» v51 Men tá ið hann kom at húsum, lovaði hann ongum at fara inn við sær uttan Pæturi og Jóhannesi og Jákupi og faðirinum og móðurini at gentuni. v52 Og tey grótu øll og illa lótu uppi yvir henni; men hann segði: «Grátið ikki; hon er ikki deyð, men hon svevur.» v53 Og tey læðu at honum, tí at tey vistu, at hon var deyð. v54 Men hann tók í hondina á henni og rópaði og segði: «Genta, reis teg upp!» v55 Og andi hennara vendi aftur, og hon reistist í stundini; og hann beyð teimum at geva henni okkurt at eta. v56 Og foreldur hennara vórðu heilt bilsin. Men hann beyð teimum ongum at siga frá hesum tilburði.