Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 13
Fótatvátturin, eitt fyridømi
v1 Tað var tætt fyri páskahátíðina; Jesus visti, at tími hansara var komin, til at hann skuldi fara burtur úr hesum heimi til faðirin, og líkasum hann hevði elskað sínar egnu, sum vóru í heiminum, soleiðis elskaði hann teir líka til enda. v2 Og meðan kvøldmáltíð varð hildin, tá ið djevulin longu hevði skotið inn í hjartað á Judasi Símunarsyni Iskarjot, at hann skuldi svíkja hann, v3 og tá ið hann visti, at faðirin hevði givið honum allar lutir í hendur, og at hann var komin frá Guði og fór til Guðs, v4 tá reisist hann frá kvøldmáltíðini og leggur yvirklæðini av sær og tók ein líndúk og bant hann um seg. v5 So stoytir hann vatn í vaskiílátið og tók at tváa føturnar á lærusveinunum og turka teir við líndúkinum, sum hann var umbundin við. v6 Hann kemur tá til Símun Pæturs, og hann sigur við hann: «Harri, tváar tú føtur mínar?» v7 Jesus svaraði og segði við hann: «Tað, sum eg geri, skilir tú ikki nú; men seinni skalt tú skilja tað.» v8 Pætur sigur við hann: «Aldri á ævini skalt tú tváa føtur mínar!» Jesus svaraði honum: «Tvái eg tær ikki, hevur tú ikki lut saman við mær!» v9 Símun Pætur sigur við hann: «Harri, ikki bert føtur mínar, men eisini hendurnar og høvdið.» v10 Jesus sigur við hann: «Tann, sum er tváaður, hann hevur ikki fyri neyðini at tváa sær (uttan um føturnar;) men hann er reinur allur sum hann er. Og tit eru reinir, men ikki allir.» v11 Tí at hann kendi tann, sum skuldi svíkja hann; tí segði hann: «Tit eru ikki allir reinir.» v12 Tá ið hann nú hevði tváað føtur teirra og latið seg í aftur klæðini og var setstur aftur, segði hann við teir: «Skilja tit, hvat eg havi gjørt við tykkum? v13 Tit kalla meg «Meistara» og «Harra», og tit siga rætt; tí at eg eri tað. v14 Tá ið nú eg, harrin og meistarin, havi tváað føtur tykkara, tá eiga eisini tit at tváa hvør annan um føturnar. v15 Tí at eg havi givið tykkum eitt fyridømi, til tess at líkasum eg gjørdi við tykkum, soleiðis skulu eisini tit gera. v16 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Ikki er ein húskallur størri enn húsbóndi hansara; ikki heldur er eitt sendiboð størri enn tann, ið sendi tað. v17 Skilja tit hetta, eru tit sælir, um tit gera tað. v18 Eg tali ikki um tykkum allar. Eg veit, hvørjar eg havi útvalt; men skriftin mátti ganga út: Tann, sum breyð mítt etur, hevur lyft upp hæli sínum móti mær. v19 Hereftir sigi eg tykkum tað, áðrenn tað hendir, fyri at tit, tá ið tað er hent, skulu trúgva, at tað eri eg. v20 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum tekur ímóti tí, sum eg sendi, hann tekur ímóti mær, og tann, sum tekur ímóti mær, tekur ímóti honum, sum sendi meg.»
Jesus talar um svikaran
v21 Tá ið Jesus hevði sagt hetta, varð hann ógvuliga rørdur í andanum og vitnaði og segði: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum, at ein tykkara skal svíkja meg.» v22 Tá hugdu lærusveinarnir hvør upp á annan og vóru í iva um, hvønn hann talaði um. v23 Ein av lærusveinum hansara sat har til borðs við Jesu høgru lið, – tann, sum Jesus elskaði. v24 Til hansara nikkar tá Símun Pætur og sigur við hann: «Sig, hvør tað er, sum hann talar um!» v25 Hesin leggur seg upp at Jesu barmi og sigur við hann: «Harri, hvør er tað?» v26 Tá svarar Jesus: «Tað er hann, sum eg gevi tann bitan, sum eg nú dyppi niður í.» So dyppaði hann bitan og tók og gav Judasi Símunarsyni Iskarjot hann. v27 Og tá ið hann hevði fingið bitan, fór Sátan inn í hann. Jesus sigur tá við hann: «Tað, sum tú gert, ger tað skjótt.» v28 Men eingin teirra, sum sótu til borðs, skildi, hví hann segði hetta við hann. v29 Tí at summir hildu, við tað at Judas hevði pungin, at Jesus hevði sagt við hann: «Keyp tað, sum okkum er tørvur á til hátíðina,» ella at hann skuldi geva hinum fátæku nakað. v30 Tá ið hann nú hevði fingið bitan, fór hann alt fyri eitt út. Men nátt var.
Jesus talar um dýrmetan sína, um kærleika teirra millum
v31 Tá ið hann nú var farin út, sigur Jesus: «Nú er menniskjusonurin vorðin dýrmettur, og Guð er vorðin dýrmettur í honum. v32 Er Guð vorðin dýrmettur í honum, tá skal Guð eisini gera hann dýrmettan í sær, og hann skal brátt gera hann dýrmettan. v33 Børn míni, bert stutta stund eri eg enn hjá tykkum. Tit skulu leita eftir mær, og líkasum eg segði við Jødarnar: «Hagar, sum eg fari, kunnu tit ikki koma,» soleiðis sigi eg nú eisini við tykkum. v34 Nýtt boð gevi eg tykkum: Tit skulu elska hvør annan; líkasum eg havi elskað tykkum, soleiðis skulu eisini tit elska hvør annan. v35 Á tí skulu allir kenna, at tit eru lærusveinar mínir, um tit hava kærleika hvør til annan.»
Jesus talar um fall Pæturs
v36 Símun Pætur sigur við hann: «Harri, hvar fert tú?» Jesus svaraði: «Hagar, sum eg fari, kanst tú ikki fylgja mær nú; men tú skalt fylgja mær seinni.» v37 Pætur sigur við hann: «Harri, hví kann eg ikki fylgja tær nú? Eg vil leggja lív mítt á fyri teg.» v38 Jesus svarar: «Vilt tú leggja lív títt á fyri meg? Sanniliga, sanniliga sigi eg tær: Hanin skal ikki gala, fyrr enn tú hevur avnoktað meg tríggjar ferðir.»