Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 5
Betesda
v1 Eftir hetta var hátíð hjá Jødum, og Jesus fór niðan til Jerúsalem. v2 Men í Jerúsalem er við Seyðaliðið ein hylur, sum kallast á hebráiskum máli Betesda og hevur fimm súlnagangir. v3 Í teimum lá mongd av sjúkum fólki, blindum, høltum, visnum, (sum bíðaðu eftir, at vatnið skuldi koma í røring; v4 tí at við hvørt fór eingil Harrans niður í hylin og órógvaði vatnið. Tann, sum tá fyrstur fór niðurí, aftan á at vatnið var komið í røring, fekk heilsuna aftur, hvørjum sjúkdómi hann so var sjúkur av). v5 Men har var ein maður, sum hevði verið sjúkur í átta og tríati ár. v6 Tá ið Jesus sá hann liggja har og visti, at hann longu hevði ligið langa tíð, sigur hann við hann: «Vilt tú verða frískur?» v7 Sjúklingurin svaraði honum: «Harri, eg havi einki menniskja, sum kann fáa meg út í hylin, tá ið vatnið verður órógvað; men við tað sama, eg komi, fer ein annar niðurí undan mær.» v8 Jesus sigur við hann: «Reis teg upp, tak song tína og gakk!» v9 Og í stundini varð maðurin frískur, og hann tók song sína og gekk. Men tað var hvíludagur tann dagin. v10 Tí søgdu Jødarnir við hin mannin, sum heilsubótina hevði fingið: «Tað er hvíludagur, og tú hevur ikki loyvi at bera songina.» v11 Men hann svaraði teimum: «Tann, sum gjørdi meg frískan, hann segði við meg: «Tak song tína og gakk!» » v12 Teir spurdu hann: «Hvør er tann maður, sum segði við teg: «Tak song tína og gakk!» » v13 Men tann, sum hevði fingið heilsubótina, visti ikki, hvør tað var, tí at Jesus hevði havt seg undan, av tí at har var nógv fólk á staðinum. v14 Eftir hetta hittir Jesus hann í halgidóminum og segði við hann: «Sí, tú hevur fingið heilsuna aftur; synda ikki longur, fyri at ikki nakað verri skal henda teg.» v15 Maðurin fór avstað og segði Jødunum frá, at tað var Jesus, sum hevði gjørt hann frískan. v16 Og nú vóru Jødarnir eftir Jesusi fyri tað, at hann gjørdi hetta ein hvíludag. v17 Men Jesus svaraði teimum: «Faðir mín arbeiðir til nú; eg arbeiði eisini.» v18 Av teirri orsøk vóru Jødarnir enn meira hugaðir at fáa hann tiknan av døgum, tí at hann ikki bert breyt hvíludagshalguna, men eisini kallaði Guð faðir sín og gjørdi seg sjálvan Guði líkan.
Jesus, Guðs sonur, gevur ævigt lív og er dómari heimsins
v19 Tá tók Jesus til orða og segði við teir: «Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Sonurin kann als einki gera av sær sjálvum, annað enn tað, sum hann sær faðirin gera; tí at tað, sum hann ger, tað ger eisini sonurin somuleiðis. v20 Tí at faðirin elskar sonin og sýnir honum alt tað, hann sjálvur ger, og hann skal sýna honum størri gerningar enn hesar, til tess at tit skulu undrast. v21 Tí at eins og faðirin vekur upp deyð og ger tey livandi, soleiðis ger eisini sonurin tey livandi, sum hann vil. v22 Tí at heldur ikki dømir faðirin nakran, men hann hevur givið syninum allan dómin, v23 til tess at allir skulu æra sonin, líkasum teir æra faðirin. Tann, sum ikki ærir sonin, ærir ikki faðirin, sum sendi hann. v24 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann, sum hoyrir orð mítt og trýr honum, sum sendi meg, hevur ævigt lív og kemur ikki til dóms, men hann hevur stigið yvirum frá deyðanum til lívið. v25 Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Tann stund kemur, ja, hon er longu komin, tá ið hini deyðu skulu hoyra rødd Guðs sonar, og tey, sum hoyra hana, skulu liva. v26 Tí at eins og faðirin hevur lív í sjálvum sær, soleiðis hevur hann eisini givið syninum at hava lív í sjálvum sær. v27 Og hann hevur givið honum vald at halda dóm, av tí at hann er menniskjusonur. v28 Undrist ikki um hetta, tí at tann stund kemur, tá ið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra reyst hansara, v29 og tey skulu ganga út, tey, sum hava gjørt gott, til lívs uppreisnar, og tey, sum hava gjørt ilt, til dóms uppreisnar. v30 Eg kann als einki gera av mær sjálvum; eins og eg hoyri, soleiðis dømi eg, og dómur mín er rættvísur, tí at eg søki ikki vilja mín, men vilja hansara, sum sendi meg.
Jesus vísir á vitnisburð doyparans, Guðs og skriftarinnar
v31 Um eg vitni um meg sjálvan, tá er vitnisburður mín ikki sannur. v32 Annar er, sum vitnar um meg, og eg veit, at tann vitnisburður er sannur, sum hann vitnar um meg. v33 Tit hava sent boð til Jóhannesar, og hann bar sannleikanum vitnisburð. v34 Men eg taki ikki móti vitnisburði av menniskju; men hetta sigi eg, fyri at tit mega verða frelstir. v35 Hann var hin brennandi og skínandi lampan, og tit vildu fegnir gleðast um stund í ljósi hansara. v36 Men eg havi tann vitnisburð, sum er størri enn Jóhannesar; tí at teir gerningar, sum faðirin hevur givið mær at fullføra, sjálvir teir gerningar, sum eg geri, vitna um meg, at faðirin hevur sent meg. v37 Og faðirin, sum sendi meg, hann hevur vitnað um meg. Hvørki hava tit á nøkrum sinni hoyrt rødd hansara ella sæð ásjón hansara. v38 Og orð hansara hava tit ikki verðandi í tykkum; tí at tí, sum hann sendi, honum trúgva tit ikki. v39 Tit rannsaka skriftirnar, tí at í teimum halda tit, at tit hava ævigt lív, og tað eru tær, sum vitna um meg; v40 og kortini vilja tit ikki koma til mín, til tess at tit mega hava lív. v41 Eg taki ikki ímóti heiðuri av monnum; v42 men eg kenni tykkum, at tit hava ikki Guðs kærleika í tykkum. v43 Eg eri komin í navni faðirs míns, og tit taka ikki ímóti mær; kemur onkur annar í sínum egna navni, honum vilja tit taka ímót. v44 Hvussu kunnu tit trúgva, tit sum taka ímót heiðuri hvør av øðrum, og søkja ikki tann heiður, sum kemur frá hinum einasta Guði! v45 Hugsið ikki, at eg skal klaga tykkum fyri faðirinum; tann er, sum klagar tykkum, Móses, sum tit hava sett vón tykkara til. v46 Tí at trúðu tit Mósesi, tá trúðu tit mær; tí at hann hevur skrivað um meg. v47 Men trúgva tit ikki skriftum hansara, hvussu skulu tit tá trúgva orðum mínum!»