Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Lurta
Evangeliið eftir Jóhannes, kapittul 9
Jesus grøðir mann, ið var føddur blindur
v1 Og tá ið hann gekk framvið, sá hann ein mann, sum var blindur frá føðingini. v2 Og lærusveinar hansara spurdu hann og søgdu: «Meistari, hvør hevur syndað, hesin maðurin ella foreldur hansara, so at hann skuldi føðast blindur?» v3 Jesus svaraði: «Hvørki hann hevur syndað ella foreldur hansara; men hetta er hent, til tess at Guðs gerningar mega verða opinberaðir á honum. v4 Vit eiga at gera gerningar hansara, sum sendi meg, meðan dagur er; nátt kemur, tá ið eingin kann arbeiða. v5 Meðan eg eri í heiminum, eri eg ljós heimsins.» v6 Tá ið hann hevði sagt hetta, spýtti hann á jørðina og gjørdi runu av spýttinum og smurdi rununa upp á eyguni á honum v7 og segði við hann: «Far og tváa tær í hylinum Siloam (tað merkir: sendur). Hann fór tá avstað og tváaði sær og kom aftur síggjandi. v8 Tá søgdu grannarnir og teir, sum høvdu sæð hann áður, tí at hann var ein, sum bað um olmussu: «Er ikki hetta hann, sum er vanur at sita og biðja om olmussu?» v9 Summir søgdu: «Jú, tað er hann.» Summir søgdu: «Nei, men hann líkist honum.» Sjálvur segði hann: «Tað eri eg.» v10 Teir søgdu tá við hann: «Hvussu opnaðust tá eygu tíni?» v11 Hann svaraði: «Tann maðurin, sum kallaður er Jesus, gjørdi runu og smurdi hana upp á eyguni á mær og segði við meg: Far til Siloam og tváa tær. Tá ið eg so fór avstað og tváaði mær, fekk eg sjónina.» v12 Teir søgdu við hann: «Hvar er hann?» Hann sigur: «Eg veit tað ikki.» v13 Teir føra nú tann, sum áður var blindur, til Farisearanna. v14 Men tað var hvíludagur tann dagin, tá ið Jesus gjørdi rununa og opnaði eygu hansara. v15 Nú spurdu eisini Fariseararnir hann aftur, hvussu hann hevði fingið sjónina. Men hann segði við teir: «Hann legði runu upp á eyguni á mær, og eg tváaði mær, og nú síggi eg.» v16 Tá søgdu nakrir av Farisearunum: «Ikki er hesin maðurin frá Guði, við tað at hann ikki heldur hvíludagin.» Aðrir søgdu: «Hvussu kann ein syndigur maður gera slík tekin?» Og tvídráttur var teirra millum. v17 Teir siga tá aftur við hin blinda: «Hvat sigur tú um hann, við tað at hann opnaði eygu tíni?» Men hann segði: «Hann er profetur.» v18 Jødarnir trúðu tá ikki um hann, at hann hevði verið blindur og hevði fingið sjónina, fyrr enn teir rópaðu foreldur hansara, sum hevði fingið sjónina. v19 Og teir spurdu tey og søgdu: «Er hetta sonur tykkara, sum tit siga um, at hann varð føddur blindur? Hvussu hevur hann tá nú fingið sjónina?» v20 Foreldur hansara svaraðu og søgdu: «Vit vita, at hann er sonur okkara, og at hann føddist blindur; v21 men hvussu hann nú hevur fingið sjónina, vita vit ikki, ella hvør ið hevur opnað eygu hansara, vita vit heldur ikki. Spyrjið hann sjálvan; hann hevur aldurin; hann kann sjálvur svara fyri seg.» v22 Hetta søgdu foreldur hansara, tí at tey óttaðust Jødarnar; tí at nú vóru Jødarnir samráddir um, at um nakar vildi kennast við, at hann var Kristus, skuldi hann verða koyrdur út úr samkomuhúsinum. v23 Tí søgdu foreldur hansara: «Hann hevur aldurin; spyrjið hann sjálvan.» v24 Teir rópaðu tá á øðrum sinni til sín mannin, sum hevði verið blindur, og søgdu við hann: «Gev Guði æruna; vit vita, at hesin maðurin er syndari.» v25 Tá svaraði hann: «Um hann er syndari, veit eg ikki; eitt veit eg, at eg, sum var blindur, nú síggi.» v26 Teir søgdu tá við hann: «Hvat gjørdi hann við teg? Hvussu læt hann eygu tíni upp?» v27 Hann svaraði teimum: «Eg havi longu sagt tykkum tað, og tit lurtaðu ikki eftir tí. Hví vilja tit nú hoyra tað aftur? Ætla tit eisini at verða lærusveinar hansara?» v28 Tá deildu teir hann og søgdu: «Tú ert lærusveinur hansara; men vit eru lærusveinar Mósesar. v29 Vit vita, at Guð hevur talað við Móses, men um henda mannin vita vit ikki, hvaðan hann er.» v30 Maðurin svaraði og segði við teir: «Hetta er tó undarligt, at tit ikki vita, hvaðan hann er, og hann hevur tó latið upp eygu míni. v31 Vit vita, at Guð ikki hoyrir syndarar; men um onkur óttast Guð og ger vilja hansara, tann hoyrir hann. v32 Frá fyrndartíð hevur tað ikki hoyrst, at nakar hevur opnað eyguni á honum, sum var føddur blindur. v33 Var hesin ikki frá Guði, tá kundi hann einki gjørt.» v34 Teir svaraðu og søgdu við hann: «Tú ert føddur í synd allur sum tú ert, og tú vilt læra okkum!» Og teir koyrdu hann út. v35 Jesus fekk at hoyra, at teir høvdu koyrt hann út, og tá ið hann hitti hann, segði hann við hann: «Trýrt tú á menniskjusonin?» v36 Hann svaraði og segði: «Og hvør er hann, Harri, at eg kann trúgva á hann?» v37 Jesus segði við hann: «Bæði hevur tú sæð hann, og tað er hann, sum talar við teg.» v38 Men hann segði: «Eg trúgvi, Harri,» og hann fell á knæ niður fyri honum. v39 Og Jesus segði: «Til dóms eri eg komin í henda heimin, til tess at tey, sum ikki síggja, skulu síggja, og tey, sum síggja, skulu verða blind.» v40 Hetta hoyrdu teir av Farisearunum, sum vóru hjá honum, og teir søgdu við hann: «Eru vit tá eisini blindir?» v41 Jesus segði við teir: «Vóru tit blindir, tá høvdu tit ikki synd; men nú siga tit: vit síggja – synd tykkara verður verandi.»