Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 10
Pætur doypir Kornelius heidning
v1 Men ein maður var í Kesareu, Kornelius at navni, høvuðsmaður fyri tí herliðinum, sum kallast hitt itáliska; v2 hann var ein rættuligur maður, sum óttaðist Guð við øllum húsi sínum og gav fólkinum nógvar olmussur og bað altíð til Guðs. v3 Hann sá skilliga í eini sjón okkurt um nóntíð um dagin ein Guðs eingil koma inn til sín og siga við seg: «Kornelius!» v4 Men hann stardi upp á hann og varð ógvuliga ræddur og segði: «Hvat er tað, Harri?» Men hann segði við hann: «Bønir tínar og olmussur tínar eru farnar upp til áminnilsi hjá Guði. v5 Og send tú nú menn til Joppe og hav boð eftir einum Símuni, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; v6 hann heldur til hjá einum, sum eitur Símun, einum garvara, sum hevur hús við sjógvin.» v7 Men tá ið eingilin, sum talaði til hansara, var farin, rópaði hann tveir av húskøllum sínum og ein álítandi hermann av teimum, sum altíð vóru um hann; v8 og hann segði teimum frá øllum og sendi teir til Joppe. v9 Men dagin eftir, meðan teir vóru á leiðini, og nærkaðust bygdini, fór Pætur upp á takið at halda bøn um middagsleitið. v10 Og hann kendi sær stóra svongd og vildi fáa okkurt at eta. Men meðan tey gjørdu matin til, varð hann frá sær sjálvum, v11 og hann sá himmalin opnan, og ein lut koma niður nakað sum ein stóran dúk, sum eftir teimum fýra hornunum varð sigin niður til jarðar; v12 og á honum vóru øll ferføtt djór og skriðdjór á jørðini og himmalsins fuglar. v13 Og ein rødd kom til hansara: «Statt upp, Pætur, drep og et!» v14 Men Pætur segði: «Nei, Harri, á ongum sinni; tí at onga tíð havi eg etið nakað vanheilagt og óreint!» v15 Og upp aftur aðra ferð kom ein rødd til hansara: «Tað, sum Guð hevur reinsað, skalt tú ikki halda vanheilagt!» v16 Hetta hendi tríggjar ferðir, og alt fyri eitt varð luturin tikin upp aftur til himmals. v17 Men meðan Pætur nú var heilt í iva um, hvat ið henda sjónin, sum hann hevði sæð, mundi hava at týða, sí, tá høvdu menninir, sum sendir vóru av Korneliusi, spurt upp húsini hjá Símuni og stóðu fyri durunum; v18 og teir rópaðu inn og spurdu, um Símun, sum varð kallaður við tilnavninum Pætur, helt til har. v19 Men meðan Pætur grundaði um sjónina, segði andin við hann: «Sí, tríggir menn leita eftir tær! v20 Statt nú upp og far oman, og far avstað við teimum uttan at ivast, tí at eg havi sent teir.» v21 Og Pætur fór oman til menninar og segði: «Sí, eg eri tann, sum tit leita eftir, hvørji eru ørindi tykkara, hví eru tit higar komnir?» v22 Men teir søgdu: «Kornelius, ein høvuðsmaður, ein rættvísur maður, og maður sum óttast Guð og sum hevur gott ummæli hjá øllum Jødafólkinum, hevur fingið tey boðini frá einum heilagum eingli, at hann skuldi heimta teg heim til sín og hoyra, hvat ið tú hevur at siga.» v23 Hann bjóðaði teimum tá inn og gav teimum innivist. Men dagin eftir reistist hann og fór avstað við teimum, og nakrir av brøðrunum úr Joppe fóru við honum. v24 Og dagin eftir komu teir til Kesareu. Men Kornelius væntaði teir og hevði boðið frændum sínum og næstu vinmonnum saman. v25 Men tá ið tað nú bar so til, at Pætur gekk inn, kom Kornelius móti honum og fell honum til fóta og tilbað hann. v26 Men Pætur reisti hann upp og segði: «Statt upp! Eisini eg sjálvur eri ein menniskja!» v27 Og meðan hann samtalaði við hann, fór hann inn og hitti har mangar saman komnar. v28 Og hann segði við teir: «Tit vita, hvussu ósømiligt tað er fyri ein mann, sum er Jødi, at hava samlag við ella at koma inn hjá manni av øðrum fólki; men mær hevur Guð sýnt, at eg onga menniskju skal halda vanheilaga ella óreina. v29 Tí kom eg eisini uttan at mæla ímót, tá ið boð vórðu send eftir mær. Nú spyrji eg, av hvørji orsøk tit hava sent boð eftir mær.» v30 Og Kornelius segði: «Fyri fýra døgum síðan, okkurt um nóntíð líkasum nú, helt eg bøn í húsi mínum; og sí, ein maður stóð framman fyri mær í skínandi klæðum; v31 og hann segði: «Kornelius, bøn tín er hoyrd, og olmussugávur tínar eru hugaðar inni fyri Guðs ásjón. v32 Send tí boð til Joppe og fá til tín Símun, sum verður kallaður við tilnavninum Pætur; hann heldur til í húsinum hjá Símuni garvara við sjógvin.» v33 Tí sendi eg alt fyri eitt boð til tín, og tú gjørdi væl, at tú komst. Nú eru vit tá øll her til staðar fyri ásjón Guðs fyri at hoyra alt tað, sum tær er boðið av Harranum.» v34 Men Pætur læt upp munn sín og mælti: «Av sonnum skilji eg nú, at Guð ger ikki mannamun; v35 men í einum og hvørjum fólki er tann, sum óttast hann og innir rættvísi, honum væl toknaður. v36 Hitt orðið, hann sendi Ísraels monnum, tá ið hann boðaði gleðiboðskapin um frið við Jesusi Kristi, – hann er harri yvir øllum, – v37 hitt orðið vita tit um, sum farið er út um alla Júdeu, men tók seg upp í Galileu aftan á tann dópin, sum Jóhannes prædikaði, v38 søguna um Jesus úr Nasaret, hvussu Guð salvaði hann við heilagum anda og kraft, hann sum gekk umkring og gjørdi væl og grøddi øll, sum vóru illa stødd av djevlinum; tí at Guð var við honum. v39 Og vit eru vitni um alt tað, sum hann gjørdi bæði í Jødalandi og í Jerúsalem, hann sum teir eisini tóku av lívi, við tað at teir hongdu hann á eitt træ. v40 Hann reisti Guð upp triðja dagin og læt hann opinberast, v41 ikki fyri øllum fólkinum, men fyri vitnunum, sum áður vóru vald út av Guði, okkum, sum ótu og drukku við honum, eftir tað at hann var risin upp frá deyðum. v42 Og hann beyð okkum at prædika fyri fólkinum og at vitna, at hann er tann, sum av Guði er skilaður til sum dómari yvir livandi og deyðum. v43 Honum bera allir profetarnir tann vitnisburð, at ein og hvør, sum trýr á hann, skal fáa fyrigeving syndanna fyri navns hans skuld.» v44 Meðan Pætur enn talaði hesi orð, fell heilagur andi yvir øll tey, sum hoyrdu orðið. v45 Og hinir trúgvandi, sum umskornir vóru –, allir teir, sum vóru komnir við Pæturi – vórðu ógvuliga bilsnir, at gáva heilaga andans varð úthelt eisini yvir heidningarnar; v46 tí at teir hoyrdu tey tala í tungum og hálova Guði. v47 Tá tók Pætur til orða: «Man nakar kunna meina vatnið, so at hesi ikki skulu verða doypt, sum hava fingið heilagan anda eins og vit?» v48 Og hann beyð, at tey skuldu verða doypt í navni Jesu Krists. Síðan bóðu tey hann steðga har nakrar dagar.