Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 6
7 menn valdir til at greiða útbýtingina
v1 Men í hesum døgunum, tá ið talið á lærusveinunum vaks, kom upp eitt illmæli millum Hellenistar mót Hebrearum um tað, at einkjur teirra vórðu misbýttar við hina dagligu útbýtingina. v2 Og teir tólv kallaðu tá lærusveinaflokkin saman og søgdu: «Tað sømir seg ikki, at vit skulu geva Guðs orð yvir fyri at tæna við borðini. v3 Hyggið tykkum tí, brøður, um eftir sjey monnum tykkara millum, sum hava gott orð á sær og eru fullir av heilagum anda og vísdómi, teir vilja vit so seta yvir hesum starvi. v4 Men vit vilja halda trúliga á í bønini og í tænastu orðsins.» v5 Og hetta orðið líkaði allari samkomuni væl, og tey valdu Stefan, ein mann fullan av trúgv og heilagum anda, og Filippus og Prokorus og Nikanor og Timon og Parmenas og Nikolaus frá Antiokíu, sum tikið hevði við Jøda trúgv. v6 Og tey leiddu teir fram fyri ápostlarnar, og teir hildu bøn og løgdu hendurnar á teir.
Kirkjuliðið veksur í tali
v7 Og Guðs orð vann fram og talið á lærusveinunum í Jerúsalem øktist í stórum, og ein stórur hópur av prestunum gjørdist lýðin móti trúnni.
Stefan klagaður
v8 Men Stefan gjørdi, fullur av náði og kraft, undur og stór tekin millum fólkið. v9 Men tá stigu upp nakrir menn frá tí samkomuhúsinum, sum er kallað eftir Libertinum og Kýreneingum og Aleksandriumonnum, og nakrir av teimum frá Kilikíu og Ásiu og høvdu orðadrátt við Stefan. v10 Og teir kundu ikki standa móti tí vísdómi og tí anda, sum hann talaði av. v11 Tá fingu teir loyniliga nakrar menn til at siga: «Vit hava hoyrt hann tala spottorð móti Mósesi og móti Guði.» v12 Og teir østu upp fólkið og hinar elstu og hinar skriftlærdu, og teir fóru eftir honum og tóku hann og fóru við honum til ráðið. v13 Og teir førdu fram lygivitni, sum søgdu: «Hesin maður heldur ikki uppat at tala móti hesum heilaga staði og móti lógini; v14 tí at vit hava hoyrt hann siga, at hesin Jesus úr Nasaret skal bróta niður henda staðin og broyta teir siðir, sum Móses hevur fingið okkum.» v15 Og allir, sum sótu í ráðinum, stardu upp á hann, og teimum tóktist ásjón hansara vera á at líta eins og eingils ásjón.