Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Orðafrágreiðingar
Ápostlasøgan, kapittul 7
Stefan talar
v1 Men høvuðspresturin segði: «Er hetta so?» v2 Men hann segði: «Hoyrið meg, brøður og fedrar! Dýrdarinnar Guð birtist fyri faðir okkara Ábrahami, meðan hann var í Mesopotámiu, áðrenn hann búsettist í Káran, v3 og segði við hann: «Far tú burtur úr landi tínum og frá skyldfólki tínum og far til landið, sum eg vil vísa tær á.» v4 Tá fór hann avstað úr Kaldealandinum og búsettist í Káran. Og eftir at faðir hansara var deyður, læt Guð hann flyta haðan og higar í hetta landið, sum tit nú búgva í. v5 Og ikki gav hann honum arvalut í landinum, ikki so mikið sum eitt fótmál; men hann lovaði at geva honum tað í ogn og avkomi hansara eftir hann, tó at hann einki barn átti. v6 Og Guð talaði soleiðis: «Avkom hansara skal búgva sum útlendingar í fremmandum landi, og menn skulu trælka teir og fara illa við teimum í fýra hundrað ár.
v7 Og fólkið sum teir træla undir, skal eg døma,» segði Guð. «Og eftir tað skulu teir fara avstað og tæna mær á hesum staði.» v8 Og hann gav honum umskeringarsáttmálan. Og so gat hann Ísak og umskar hann áttanda dagin, og Ísakur Jákup og Jákup teir tólv ættarfedrarnar. v9 Og ættarfedrarnir øvundaðu Jósef og seldu hann til Egyptalands; men Guð var við honum v10 og bjargaði honum út úr øllum trongdum hansara og gav honum náði og vísdóm frammi fyri Fárao, Egyptalandskonginum, og hann setti hann at vera høvdinga yvir Egyptalandi og øllum húsi sínum. v11 Men hungur kom um alt Egyptaland og Kánáan og stór trongd, og fedrar okkara fingu ikki føðslu. v12 Men tá ið Jákup hoyrdi, at korn var til í Egyptalandi, sendi hann fedrar okkara avstað fyrru ferðina. v13 Og aðra ferðina varð Jósef kendur aftur av brøðrum sínum, og Fárao fekk at kenna ætt Jósefs. v14 Men Jósef sendi boð eftir Jákupi, faðir sínum, og øllum ættarfólki sínum, sjúti og fimm sálum. v15 Og Jákup fór suður til Egyptalands og hann andaðist, hann og fedrar okkara. v16 Og teir vórðu fluttir haðan til Sikem og lagdir í grøvina, sum Ábraham hevði keypt fyri silvur av sonum Hemors í Sikem. v17 Men so hvørt sum tíðin nærkaðist fyri teirri fyrijáttan, sum Guð hevði lovað Ábrahami, vaks fólkið og tók til í Egyptalandi, v18 inntil ein annar kongur tók við ræði yvir Egyptalandi, sum einki visti um Jósef. v19 Hann nýtti svikaráð móti ætt okkara og fór so illa við fedrum okkara, at teir noyddust at bera út smábørn síni, at tey ikki skuldu sleppa at liva. v20 Um tað mundið varð Móses føddur, og hann var yndisligur fyri Guði. Og hann varð fostraður í húsinum hjá faðir sínum í tríggjar mánaðir. v21 Men tá ið hann varð útborin, tók dóttir Fáraos hann upp og fostraði hann sum sín egna son. v22 Og Móses varð upplærdur í øllum vísdómi hjá Egyptum, og hann var megnaður í orðum sínum og verkum. v23 Men tá ið hann hevði fylt fjøruti ár, fekk hann tað í huga at finna brøður sínar, Ísraels menn. v24 Og tá ið hann sá ein teirra verða órættaðan, kom hann honum til hjálpar og hevndi tann, sum varð illa viðfarin, og drap Egyptan. v25 Hann hugsaði, at brøður hansara mundu skilja, at Guð gav teimum frelsu við hansara hond; men teir skildu tað ikki. v26 Og dagin eftir kom hann til teirra, sum teir klandraðust, og vildi fáa teir til at halda frið og segði: «Góðu menn, tit eru brøður, hví gera tit hvør øðrum órætt?» v27 Men tann, sum órættaði næsta sín, koyrdi hann frá sær og segði: «Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara yvir okkum? v28 Manst tú ætla at drepa meg, soleiðis sum tú drapst Egyptan í gjár?» v29 Við hetta orðið flýddi Móses og gjørdist útlendingur í Midianslandi, har sum hann gat tveir synir. v30 Og tá ið fjøruti ár vóru umliðin, birtist ein eingil fyri honum í oyðimørkini við Sinaifjallið í eldsloga í einum tornarunni. v31 Og tá ið Móses sá tað, undraðist hann á hesa sjón; og tá ið hann fór hagar fyri at hyggja at, ljóðaði rødd Harrans: v32 «Eg eri Guð fedra tína, Guð Ábrahams og Ísaks og Jákups.» Men Móses skalv av ræðslu og tordi ikki at hyggja at. v33 Men Harrin segði við hann: «Loys skógvarnar av fótunum, tí at staðurin, sum tú stendur á, er heilag jørð. v34 Skilliga havi eg sæð ta ringu viðgerð, sum fólk mítt fær í Egyptalandi, og hoyrt havi eg stynjan teirra, og eg eri nú komin oman at frelsa tey. Og kom nú, lat meg senda teg til Egyptalands.» v35 Henda sama Móses, sum teir avnoktaðu, tá ið teir søgdu: «Hvør hevur sett teg til høvdinga og dómara,» hann sendi Guð bæði til høvdinga og loysnara við hendi tess eingils, sum birtist fyri honum í tornarunninum. v36 Hesin maður førdi tey út, meðan hann gjørdi undur og tekin í Egyptalandi og í Reyðahavinum og í oyðimørkini í fjøruti ár. v37 Hetta er tann Móses, sum segði við Ísraelsmenn: «Ein profet, tílíkan sum meg, skal Guð reisa tykkum upp av brøðrum tykkara.» v38 Hetta er tann, sum í kirkjuliðinum í oyðimørkini var við einglinum, sum talaði til hansara á Sinaifjalli, og við fedrum okkara; hann sum tók móti livandi orðum at geva okkum. v39 Honum vildu fedrar okkara ikki vera lýdnir, men teir koyrdu hann frá sær og vendu sær í hjørtum sínum til Egyptalands og søgdu við Áron: v40 «Ger okkum gudar, sum kunnu ganga undan okkum, tí at vit vita ikki, hvat ið er vorðið av hesum Mósesi, sum førdi okkum út úr Egyptalandi. v41 Og í teimum døgunum gjørdu teir ein kálv og bóru skurðgudinum offur, og vóru fegnir uppi yvir handaverkum sínum. v42 Men Guð vendi sær frá teimum og læt teir fara at tæna herliði himmalsins, soleiðis sum skrivað stendur í profetabókini: «Førdu tit mær, Ísraels hús, sláturoffur og onnur offur í fjøruti ár í oyðimørkini? v43 Og tit bóru við tykkum tjald Moloks og stjørnu Remfans guds, tær myndirnar, sum tit gjørdu fyri at tilbiðja tær. Og eg skal flyta tykkum burtur eystur um Bábylon.» v44 Vitnisburðar-tjaldið høvdu fedrar okkara í oyðimørkini, soleiðis sum hann, ið talaði til Móses, hevði skipað fyri at gera tað eftir teirri fyrimynd, sum hann hevði sæð. v45 Hetta tóku eisini fedrar okkara í arv og fluttu tað við Jósva inn í landið, sum heidningarnir sótu við, teir sum Guð rak út undan fedrum okkara, líka til Dávids dagar. v46 Hann fann náði hjá Guði og bað um, at hann mátti finna ein bústað fyri Guði Jákups. v47 Men Sálomon bygdi honum hús. v48 Men ikki býr hin hægsti í tí, sum er gjørt við hondum, soleiðis sum profeturin sigur: v49 «Himmalin er hásæti mítt, og jørðin er skammul undir fótum mínum. Hvat hús vilja tit byggja mær? sigur Harrin, ella hvør er hvíldarstaður mín? v50 Hevur ikki hond mín gjørt alt hetta? –» v51 Tykkara harðu svírar og óumskornu í hjørtum og á oyrum, tit standa altíð móti heilagum anda, tit eins og fedrar tykkara! v52 Hvør var tann av profetunum, sum fedrar tykkara ikki søktu at? Og teir drópu teir, sum frammanundan boðaðu um komu hins rættvísa, og svíkjarar og banamenn hansara eru tit nú vorðnir, v53 tit sum hava fingið lógina við umboði av einglum, og tó ikki hava hildið hana!»
Stefan verður steinaður til deyða
v54 Men tá ið teir hoyrdu hetta, neit tað teimum at hjarta, og teir bitu á kampi móti honum. v55 Men hann hugdi upp til himmals, fullur av heilagum anda, og sá Guðs dýrd og Jesus standandi við høgru hond Guðs. v56 Og hann segði: «Sí, eg síggi himlarnar opnar og menniskjusonin standandi við høgru hond Guðs!» v57 Men teir skóru í eitt hart róp og hildu fyri oyruni á sær og lupu á hann allir sum ein; v58 og teir koyrdu hann út úr staðinum og steinaðu hann. Og vitnini løgdu klæði síni niður við føturnar á einum ungum manni, sum æt Saul. v59 Og teir steinaðu Stefan; meðan bað hann og segði: «Harri Jesus, tak tú móti anda mínum!» v60 Og hann fell á knæ og rópaði við harðari rødd: «Harri, rokna teimum ikki hesa synd uppí!» Og í tí hann hetta segði, sovnaði hann burtur. –