Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Hitt fyrra almenna bræv Pæturs, kapittul 1
Heilsan
v1 Pætur, ápostul Jesu Krists, til útlendingarnar, sum eru spjaddir um í Pontus, Galatiu, Kappadókíu, Ásiu og Bitýniu, útvaldir v2 eftir fyrivitan Guðs faðirs við halgan andans, til at gerast Jesusi Kristi lýdnir og verða ástøktir við blóði hansara. Náði og friður veri tykkum margfalt fyri!
Lov til Guðs fyri endurføðingina til frelsu, sum verður opinberað eftir roynslum stutta tíð
v3 Lovaður veri Guð og faðir várs Harra Jesu Krists, sum eftir miklu miskunn síni hevur endurføtt okkum til livandi vónar fyri uppreisn Jesu Krists frá deyðum, v4 til ein óforgongiligan og óspilluligan og ófølnandi arv, sum er goymdur í himlunum til tykkara, – v5 tit sum við Guðs kraft verða varðveittir við trúnni til ta frelsu, sum er liðug at verða opinberað í teirri síðstu tíðini, v6 sum tit skulu fegnast um, tó at tit nú eina skamma stund, um so skal vera, kenna harm í mongum ymsum royndum, v7 fyri at tykkara roynda trúgv, sum er nógv dýrmætari enn hitt forgongiliga gullið, sum tó verður roynt í eldi, má verða funnin til lovs og dýrdar og heiðurs í opinbering Jesu Krists, v8 hann, sum tit ikki hava sæð, men tó elska, hann, sum tit, tó at tit ikki nú hava hann fyri eygum tykkara, tó trúgva á, skulu fegnast um við ósigiligari og dýrmettari gleði, v9 tá ið tit náa málið fyri trúgv tykkara, frelsu sálanna. v10 Um hesa frelsu hava profetar grundað og rannsakað, teir sum profeteraðu um ta náði, sum skuldi verða tykkum fyri, v11 í tí at teir grundaðu um, hvørja ella hvussu vorðna tíð andi Krists, sum var í teimum, vísti fram á, tá ið hann frammanundan vitnaði um líðingar Krists og um ta dýrd, sum har aftaná skuldi koma; v12 tí at tað var teimum opinberað, at tað ikki var teimum sjálvum, men tykkum, teir tænaðu við hesum, sum nú er tykkum kunngjørt av teimum, sum hava boðað tykkum gleðiboðskapin í hinum heilaga anda, sum varð sendur frá himli, og inn í hetta tráa einglarnir eftir at skoða.
Lesararnir skulu liva sum Guðs lýdnu og heilagu børn
v13 Havið tí sinnis lendar tykkara umgyrdar, verið ódruknir og setið til fulnar vón tykkara til ta náði, sum fellur tykkum í lut við opinbering Jesu Krists. v14 Sum lýðin børn skulu tit ikki longur í levnaði tykkara taka eftir teimum lystum, sum tit áður lótu tykkum leiða av í vankunnu tykkara. v15 Men verðið heldur, eins og tann er heilagur, sum hevur kallað tykkum, eisini sjálvir heilagir í allari atferð tykkara; v16 tí at skrivað stendur: «Tit skulu vera heilagir, tí at eg eri heilagur!» v17 Og tá ið tit ákalla hann sum faðir, sum dømir uttan at gera mannamun, eftir hvørs mans gerningi, tá gangið í ótta tykkara útlegdartíð; v18 tí at tit vita, at tað ikki var við forgongiligum lutum, silvuri ella gulli, at tit vórðu leyskeyptir frá tykkara fáfongdu atferð, sum tit høvdu tikið í arv frá fedrunum, v19 men við dýrmæta blóði Krists sum av einum lýtaleysum og meinaleysum lambi, v20 hann, sum var kendur frammanundan, áðrenn verøldin var grundløgd, men varð opinberaður við endan á tíðunum fyri tykkara skuld, v21 sum við honum trúgva á Guð, ið reisti hann upp frá deyðum og gav honum dýrd, so at trúgv tykkara eisini er vón til Guðs.
Í kærleika hvør móti øðrum
v22 Reinsið sálir tykkara í lýdni móti sannleikanum til falsleysan bróðurkærleika, og elskið hvør annan inniliga av hjarta, v23 tit sum eru endurføddir, ikki av forgongiligum, men av óforgongiligum sáði, við Guðs livandi og varandi orði. v24 Tí at: alt kjøt er sum gras og øll tess dýrd sum blóma á grasi; grasið følnar og blóman fellur av; v25 men orð Harrans varir um allar ævir. Og hetta er tað orðið, sum er tykkum boðað í gleðiboðskapinum.