Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt fyrra almenna bræv Pæturs, kapittul 3
Ábyrgdir í hjúnalaginum
v1 Somuleiðis skulu tit, konur, vera tykkara egnu monnum undirgivnar, fyri at, um so er, at summir ikki vilja lýða orðinum, teir so mega vinnast orðaleyst við atferðini hjá konunum, v2 tá ið teir síggja tykkara reinu atferð í ótta. v3 Prýði tykkara skal ikki vera uttaná, sum tað at flætta hárið ella heingja upp á seg gullskreyt ella at lata seg í skartaklæði, v4 men heldur hjartans dulda menniskja í óforgongiliga prýði hins spakføra og stilla anda, sum er dýrmett í Guðs eygum. v5 Tí at soleiðis prýddu seg eisini í forðum hinar heilagu kvinnurnar, sum settu vón sína til Guðs og vóru sínum egnu monnum undirgivnar, v6 líkasum Sára var Ábrahami lýðin og kallaði hann harra; og børn hennara eru tit vorðnar, um tit gera tað, ið gott er, og óttast onga ræðslu. v7 Somuleiðis tit menn; livið við skynsemi saman við konum tykkara sum við einum veikari keri, og veitið teimum virðing eins og tær eisini eru samarvingar við tykkum til náðigávu lívsins, fyri at bønir tykkara ikki mega hindrast!
Áminning um eyðmýkt og góðgerðir
v8 Til endans, verið allir samhugaðir, samlíðandi, blíðir við brøðurnar, miskunnsamir, eyðmjúkir. v9 Gjaldið ikki ilt fyri ilt ella deilan fyri deilan; men tvørtur ímót, vælsignið heldur, tí at til tess eru tit kallaðir, at tit skulu arva signing. v10 Tí at tann, sum vil elska lívið og síggja góðar dagar, skal varða tungu sína frá illum og varrarnar frá at tala fals, v11 hann víki frá tí illa og geri tað góða, hann søki frið og stundi eftir honum! v12 Tí at Harrans eygu eru yvir teimum rættvísu, og oyru hansara vend til teirra bøn; men Harrans ásjón er vend ímót teimum, sum ilt gera.
Áminning um tol undir líðing eins og Kristus, sum ósekur leið fyri menniskju
v13 Og hvør er tann, sum kann gera tykkum ilt, tá ið tit eru ágrýtnir fyri tí góða? v14 Men um tit eisini skuldu liðið fyri rættvísi skuld, tá eru tit sælir. Havið ongan ótta fyri teimum og ræðist ikki; v15 men halgið Krist sum Harran í hjørtum tykkara; verið altíð búnir til verju fyri hvørjum manni, sum krevur roknskap av tykkum fyri ta vón, sum er í tykkum, men tó við spakføri og ótta, v16 og havið góða samvitsku, so at teir, sum lasta tykkara góðu atferð í Kristi, mega verða til skammar í tí, sum teir tala ilt um tykkum sum illgerðarmenn. v17 Tí at tað er betri, um tað soleiðis er Guðs vilji, at líða, tá ið ein ger gott, enn tá ið ein ger ilt. v18 Tí at Kristus leið eisini eina ferð fyri syndarar, ein rættvísur fyri órættvísar, fyri at hann kundi leiða okkum fram til Guðs, hann, sum leið deyðan í likaminum, men varð livandi gjørdur í andanum, v19 sum hann eisini fór í og prædikaði fyri andunum, sum vóru í varðveitslu, v20 teimum, sum í forðum høvdu verið ólýdnir, ta ferðina Guðs langmóð bíðaði á døgum Nóa, meðan ørkin varð smíðað, sum nøkur fá, – tað eru átta sálir – vórðu bjargað í gjøgnum vatn, v21 sum nú eisini frelsir tykkum í sínum mótbílæti, dópinum, hann sum ikki er burturtekt av óreinskuni á likaminum, men bøn til Guðs um góða samvitsku fyri uppreisn Jesu Krists, v22 hann sum er uppfarin til himna og er við Guðs høgru hond, men einglar og máttir og kreftur eru honum undirløgd.