Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Lurta
Hitt fyrra almenna bræv Pæturs, kapittul 4
Lív, ikki eftir holdinum, men eftir Guðs vilja
v1 Við tað at nú Kristus hevur liðið í holdinum, tá vápnið eisini tit tykkum við tí sama sinnalagi, tí at tann, sum hevur liðið í holdinum, er hildin uppat við synd; v2 so at tit ikki longur skulu liva ta tíðina, sum eftir er, í holdinum eftir mannagirndum, men eftir Guðs vilja. v3 Tí at tað er nóg mikið í teirri tíðini, sum farin er, at hava gjørt heidninganna vilja, tá ið tit livdu í ósiðum, girndum, fyllskapi, óhógvi, drykkjuskapi og skammiligari skurðgudadýrkan; v4 og tess vegna undrast teir á, at tit ikki leypa við teimum út í hitt sama skammloysis díkið, og teir spotta; v5 men teir skulu gera roknskap fyri honum, sum er búgvin at døma livandi og deyð. v6 Tí at til tess var gleðiboðskapurin boðaður eisini fyri deyðum, fyri at tey væl skulu verða dømd á manna vísi í holdi, men liva á Guðs vísi í anda.
Lív í kærleika hvør móti øðrum, trúgvir móti Guðs náðigávum
v7 Men endin á øllum lutum er í nánd; verið tí vaknir og ódruknir til bønir! v8 Fram um alt havið inniligan kærleika hvør til annan; tí at kærleiki fjalir fjøld av syndum; v9 verið gestablíðir hvør móti øðrum uttan meinskan. v10 Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði. v11 Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir. Amen.
Líðing fyri Krist
v12 Elskaðu tit! Undrist ikki á tann eldin, sum er komin millum tykkara til roynslu tykkara, sum at tykkum hendi nakað undarligt; v13 men tit skulu heldur gleða tykkum í sama muni, sum tit hava lut í líðingum Krists, fyri at tit eisini kunnu gleðast og fegnast við hansara dýrdar opinbering. v14 Um tit verða háðaðir fyri Krists navns skuld, tá eru tit sælir, tí at andi dýrdarinnar og andi Guðs hvílir yvir tykkum. v15 Tí at eingin av tykkum má líða sum manndrápari ella tjóvur ella illgerðarmaður ella sum ein, ið fer upp í tað, sum øðrum kemur við. v16 Men um hann líður, av tí at hann er kristin maður, tá skal hann ikki skammast, men heldur prísa Guði fyri hetta navnið.
Dómurin er nær
v17 Tí at nú er tíðin komin, til at dómurin skal byrja við Guðs húsi; men byrjar hann fyrst við okkum, hvat fer tá endin at verða á teimum, sum eru ólýðin móti gleðiboðskapi Guðs? v18 Og um tað er við ítastu neyð, at hin rættvísi verður bjargaður, hvat man tá fara at verða úr hinum gudleysa og syndaranum? v19 Tí skulu eisini tey, sum líða eftir Guðs vilja, líta sálir sínar til hin trúfasta skaparan, meðan tey halda fram við at gera tað, sum gott er.