Tak appina niður
Til iPhone - iPad - Android
Hitt almenna bræv Judasar, kapittul 1
Heilsan
v1 Judas, tænari Jesu Krists og bróðir Jákups, til teirra, sum eru kallað, sum eru elskað í Guði faðir og varðveitt Jesusi Kristi: v2 miskunn og friður og kærleiki verði tykkum fyri í ríkiligum muni!
Ávaring móti falslærarum
v3 Elskaðu tit; tá ið tað var mær ógvuliga nógv um at gera at skriva til tykkara um okkara felags frelsu, helt eg meg vera noyddan til at skriva til tykkara at minna tykkum um at stríðast fyri teirri trúgv, sum eina ferð fyri allar er fingin hinum heilagu. v4 Tí at nakrir menn hava smeitt seg inn, sum langt síðan frammanundan vóru innskrivaðir til henda dóm: gudleysir, sum misbrúka náði Guðs várs til ólíkligskap og avnokta okkara einasta høvdinga og harra Jesus Krist.
Guðs revsing skal ráma falslærararnar eins og í forðum
v5 Men tó at tit vita alt burturav, vil eg kortini minna tykkum á, at tá ið Harrin hevði bjargað fólkinum út úr Egyptalandi, týndi hann síðan tey, sum ikki trúðu. v6 Og teir einglarnar, sum ikki hildu fast við tign sína, men góvu upp sín egna bústað, hevur hann goymt í varðhaldi í ævigum leinkjum undir myrkri til dóms á hinum stóra degi; v7 eins og Sódoma og Gómorra og bygdirnar har um vegir, tá ið tær á líkan hátt sum hesir drivu hor og fóru eftir fremmandum holdi, eru settar sum eitt fyridømi, líðandi revsing í ævigum eldi. v8 Og kortini gera hesir tað sama: við tað at teir ganga í dreymum, gera teir holdið óreint, vanvirða harradømi og spotta dýrdarmáttir. v9 Men ikki vágaði sjálvur høvuðseingilin Mikael, tá ið hann trættist við djevulin um Móse likam, at seta fram ein spots dóm, men segði: «Harrin revsi teg!» v10 Men hesir spotta tað, sum teir ikki kenna; og við tí, sum teir av náttúruni skilja eins og tey vitleysu djórini, forkoma teir sær sjálvum. v11 Vei teimum, tí at teir hava gingið á Káins vegi og eru lopnir inn í Bileams villu, fyri vinnings skuld, og eru farnir til grundar í Kóras uppreisti. v12 Hesir menn eru skerini við kærleiksmáltíðir tykkara, tá ið teir ósmædnir sita í veitslum við tykkum og nøra at sær; teir eru vatnleys skýggj, sum rekast fyri vindum; følnað trø, fruktaleys, tvær reisur deyð, rivin upp við rót; v13 øðisligar havsbylgjur, sum skola frá sær sína egnu skomm; villfarandi stjørnur, sum bølamyrkrið er goymt til um allar ævir.
Dómurin yvir teir boðaður av Enoki
v14 Men um hesar menn var tað eisini Enok, sjeyndi maður frá Ádami, spáaði, tá ið hann segði: «Sí, Harrin er komin við sínum heilagu tíggju túsund, v15 til at halda dóm yvir øllum og revsa allar hinar gudleysu fyri øll teirra gudloysis verk, sum teir hava gjørt, og fyri øll tey hørðu orð, sum teir hava talað ímót honum, hinir gudleysu syndarar.» v16 Hesir menn eru slíkir, sum knarra og klaga um lagnu sína, og tó ganga eftir girndum sínum; og muður teirra mælir hástór orð, og tó sýna teir virðing fyri fólki fyri vinnings skuld.
Áminningar
v17 Men tit, elskaðu, minnist til tey orð, sum áður eru talað av várs harra Jesu Krists ápostlum. v18 Tí at teir søgdu tykkum: Í síðstu tíðum skulu koma spottarar, sum ganga eftir sínum egnu gudloysis girndum. v19 Hesir menn eru teir, sum valda split, náttúrligar menniskjur, sum ikki hava anda. v20 Men tit, elskaðu, uppbyggið tykkum sjálv á tykkara heilagastu trúgv; biðið í heilagum anda, v21 og haldið tykkum sjálv í Guðs kærleika, meðan tit bíða eftir várs harrra Jesu Krists náði til ævigt lív. v22 Og summi skulu tit tala til rættis, tá ið tey eru í iva, v23 og summi skulu tit frelsa, við tað at tit ríva tey út úr eldinum, og summum skulu tit várkunna við ótta, so at tit hata enntá kyrtilin, sum dálkaður er av holdinum.
Lov til Guðs
v24 Men honum, sum er mentur at varðveita tykkum frá at falla og lata tykkum koma fram fyri dýrd sína, lýtaleys í fagnaði, v25 hinum einasta Guði, frelsara várum fyri Jesus Krist, váran harra, veri dýrd, hátign, vald og máttur fyri allar ævir og nú og um allar ævir! Amen.