Tíðindi

Boðanardagur Mariu
16.03.2024
Og Maria fór at syngja: „Eg takki Gudi av øllum mínum hjarta og gleðist um, at hann er Frelsari mín. Hann hevur valt meg, sjálvt um eg einki eri verd. Eftir hetta fara øll at nevna meg hin vælsignaða, tí tann Alvaldandi hevur gjørt stórverk móti mær. Navn hansara er heilagt! Hann tekur sær av øllum teimum, sum virða og æra hann – ætt eftir ætt.…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 5
13.03.2024
Ákæran – Jesus fyri Pilatusi   Men Jødarnir gingu ikki inn í borgina, at teir ikki skuldu gerast óreinir, men kundu eta páskalambið. Pilatus fór tí út til teirra og segði: „Hvørja klagu føra tit móti hesum manni?“ Teir svaraðu og søgdu við hann: „Var hann ikki ein illgerðarmaður, tá høvdu vit ikki verið komnir til tín við honum.“   Tá segði Pil…
Les meira »
Breyð av himli
09.03.2024
„Eg eri lívsins breyð,“ segði Jesus. „Tann, sum kemur til mín, skal ikki hungra, og tann, sum trýr á meg, skal aldri tysta. Men sum eg segði: Tit hava longu sæð, hvør eg eri, og kortini trúgva tit ikki á meg. Øll tey, sum Pápi mín gevur mær ábyrgd av, koma eisini til mín, og eg sendi ongan burtur frá mær.   Eg eri ikki komin niður av himli at ge…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 4
06.03.2024
Jesus fyri ráðnum – tey følsku vitnini   Men høvuðsprestarnir og hinir elstu og alt ráðið royndu at fáa rangan vitnisburð móti Jesusi, so at teir kundu fáa hann tiknan av døgum; og teir funnu ongan, tí at mangir søgdu rangan vitnisburð móti honum; men vitnisburðir teirra komu ikki á samt.   Men at endanum komu tveir fram og søgdu rangan vitnisb…
Les meira »
Amazing Graze, gott 250 ára gamal
06.03.2024
Við ársskiftið vóru gott 250 ár liðin, síðan heimsins mest kendi sálmur, Amazing Graze, sá dagsins ljós.   Amazing Graze varð skrivaður í 1772/73 av einum áður kendum skipara, umborð á skipi sínum, ið førdi trælir.   Hóast gott 250 ár eru liðin, síðan fyrstu útgávuna av hesum sálmi, er hann ”ein hin best umtókti sálmur av øllum, sigur kristna m…
Les meira »
Hví trúgva tit mær ikki?
02.03.2024
Jesus svaraði teimum: „Hevði Gud verið pápi tykkara, so høvdu tit elskað meg, tí at eg komi frá Gudi, og tí eri eg her.   Eg eri ikki komin av mær sjálvum, men Gud hevur sent meg. Tit skilja ikki talu mína, tí at tit tola ikki at hoyra orð míni. Djevulin er pápi tykkara, og tit gera, sum hann vil. Hann hevur altíð verið mordari, hann kanst tú ikk…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 3
28.02.2024
Í garðinum hjá høvuðsprestinum: Og teir førdu hann fyrst til Annasar; tí at hann var verfaðir Kajfasar, sum var høvuðsprestur tað árið. Men tað var Kajfas, sum hevði givið Jødunum tað ráð, at tað var gagnligt, at ein maður doyði fyri fólkið.   Men Símun Pætur og ein annar lærusveinur fylgdu Jesusi langt aftaná líka til borgargarðin hjá høvuðspres…
Les meira »
Føroyska Bíbliufelagið vitjar Skála kirkju
25.02.2024
Í dag, sunnudagin 25. februar kl. 11, luttekur Føroyska Bíbliufelagið í gudstænastuni í Skála kirkju, har forsetin Jógvan Fríðriksson biskupur, prædikar. Kunnað verður um Bíbliufelagið og høvið verður at hitta stýrið aftaná gudstænastuna. Føroyska Bíbliufelagið er felagskirkjuligur felagskapur, og umboðar flestu kirkjum og samkomum í landinum. End…
Les meira »
Alt er møguligt hjá tí, sum trýr á Guds vald
24.02.2024
Tá ið teir komu oman, sóu teir hinar lærusveinarnar standa umringaðir av fólki, meðan teir kjakaðust við teir skriftlærdu. Fólk hvukku við, tá ið tey sóu Jesus, og tey runnu ímóti honum at heilsa honum. „Hvat er tað, tit kjakast um?“ spurdi Jesus.   Ein av teimum segði: „Eg komi higar til tín við syni mínum, harri, tí hann hevur ein óndan anda, s…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 2
21.02.2024
Svik Judasar: Og alt fyri eitt, meðan hann enn talaði, sí, tá kom Judas, ein av teimum tólv, og við honum ein heilur flokkur við svørðum og gøssum frá høvuðsprestunum og Farisearunum og hinum skriftlærdu og fólksins elstu; og teir komu hagar við kyndlum og lampum.   Men tann, ið sveik hann, hevði givið teimum eitt avrátt tekin og sagt: „Tann, sum…
Les meira »
Hvør er størstur?
17.02.2024
Tað gjørdist ein orðadráttur um, hvør teirra hevði størst týdning. Tá segði Jesus við teir: „Kongar ráða yvir fólki sínum; og teir, sum hava valdið, kalla seg fólksins verja, men soleiðis eigur ikki at vera tykkara millum. Tann størsti av tykkum eigur at vera sum tann minsti, og tann, ið ræður, skal vera tænari hjá hinum.   Tí hvør er størstur,…
Les meira »
Pínslusøga várs Harra Jesu Krists - 1
14.02.2024
Í Getsemane: Og tá ið teir høvdu sungið lovsangin, fór Jesus, sum hann var vanur, yvir um løkin Kedron út til Oljufjallið; men lærusveinar hansara fylgdust eisini við honum.   Tá sigur Jesus við teir: „Í hesi nátt munnu tit allir fáa meinboga av mær; tí at skrivað stendur: „Eg skal sláa hirðan, og seyðafylgið skal spreiðast sundur.“ Men aftan á t…
Les meira »
Føsta
12.02.2024
At fasta er tað øvuta av at “festa” (halda veitslu). Har veitslan merkir gleði og takksemi, merkir føstan sorg og angur og tænir hartil ofta sum eitt amboð til andaliga djúphugsan.   Á veitsludøgum, har sabbattin hoyrir undir, er føsta útilokað. Tí eru sunnudagarnir í føstutíðini heldur ikki við í teimum fjøruti føstudøgunum í kirkjuárinum. Samb…
Les meira »
Jesus úr Nasaret kemur framvið
10.02.2024
Hann tók teir 12 til sín og segði við teir: „Nú fara vit til Jerusalem. Og alt tað, sum profetarnir hava sagt um Menniskjusonin, skal ganga út. Eg verði givin upp í hendurnar á rómverjum. Teir háða meg, fara illa við mær og spýta á meg. Teir skulu húðfleingja meg og drepa meg, og triðja dagin skal eg rísa upp frá deyðum.“ Men teir skiltu einki av…
Les meira »
Thure Lindhardt: Tað góða í lívinum kemur, um mann gevur sær tíð ella er tolin
07.02.2024
Eins og apaldur millum skógartrøini, so er unnusti mín millum ungar menn; í skugga hans eg elski at sita; ávøkstur hans er góma mínum søtur. Eg svørji tykkum, Jorsala døtur, við skógargeitir og hindirnar í haga: Órógvið ikki ástina, vekið hana ikki, fyrr enn hana sjálva fýsir!Hásongurin 2. kap. 3. og 7. vers. Eg lesi javnan í Bíbliuni, og eg elski…
Les meira »
Hvat kunnu vit líkna tað við?
03.02.2024
Jesus segði: „Við Guds ríki er tað sum hjá einum bónda, ið hevur sáað korn í sín akur. Dagarnir ganga, hann fer upp, hann fer til songar, kornið nælir og veksur upp; og hann veit ikki sjálvur hvussu. Jørðin ber grøði av sær sjálvari, fyrst nálir, síðan aks og síðan fult korn í aksinum. Tá ið kornið er búgvið, fer bóndin undir akurskurðin.   Hvus…
Les meira »
At vera til reiðar
27.01.2024
Her er ein onnur søga um tað sama: Ein maður fór av landinum at ferðast. Hann kallaði húskallar sínar til sín og gav teimum ábyrgd av allari ogn síni. Einum gav hann fimm talentir, øðrum tvær talentir, og hinum triðja eina talent – alt eftir teirra førleika. Síðan fór hann avstað. Tann, sum fingið hevði hinar fimm talentirnar, fór beinanvegin at h…
Les meira »
Tann, sum vil tæna mær, má fylgja mær
20.01.2024
„Ja, tímin er komin,“ svaraði hann, „nú verður mín guddómleiki týðiligur fyri øllum. Hoyrið meg: Um eitt hveitikorn ikki verður lagt í jørðina og doyr, so verður tað einsamalt. Men doyr tað, ber tað góðan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað, og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal hava ævigt lív. Tann, sum vil tæna mær, má fylgj…
Les meira »
Stríðið fyri Guds orði til fólkið
17.01.2024
Lars Inge Magerøy, prestur og rithøvundur, hevur í ein mansaldur granskað Luther. Hann hevur skrivað bókina ”Munken, som endret Europa”.   Keisarin lýsti Luther at vera friðleysan, men Fredrik kurfúrsti bjargaði honum, og hann búði í borgini Wartburg, har hann fjaldi seg. Her fór Luther at týða Nýggja Testamenti. Vinmaður hansara, Georg Spalatin,…
Les meira »
Latið børnini koma til mín
06.01.2024
Tey bóru børn til Jesus, so hann kundi vælsigna tey. Men lærusveinarnir høvdu at teimum. Tá ið Jesus sá tað, ilskaðist hann og segði: „Latið børnini koma til mín. Forðið teimum ikki, tí Guds ríki hoyrir slíkum til. Minnist til, at um tit ikki taka ímóti Guds ríki sum eitt barn, koma tit als ikki inn í tað.“ So tók hann børnini inn at sær, legði…
Les meira »
Soleiðis gekk tað út, sum Gud hevði sagt
30.12.2023
Tá ið stjørnuspámenninir vóru farnir, kom Guds eingil í dreymi til Jósefs og segði við hann: „Reis teg og far til Egyptalands við barninum og mammuni og verð har, til eg sigi tær til. Heródes leitar eftir barninum og ætlar at drepa tað.“ Jósef fór upp um náttina, og í myrkri flýggjaði hann til Egyptalands við Mariu og Jesusi. Hann varð verandi har…
Les meira »
Orðið gjørdist menniskja við holdi og blóði
24.12.2023
Alt byrjaði við Orðinum. Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var hjá Gudi, áðrenn alt varð skapað. Við honum skapaði Gud alt, og uttan hann var einki annað til.   Lívið var í honum, og lívið var ljósið hjá menniskjunum. Tað lýsir fyri okkum í myrkrinum, og myrkrið hevur ikki megnað at vunnið á tí. Ein maður kom, ið æt Jóannes. Hann var se…
Les meira »
Eg eri ikki Messias
23.12.2023
Ein dagin fóru lærusveinar Jóannesar at kjakast við ein jøda um ta átrúnaðarligu reinsanina, og teir søgdu við Jóannes: „Rabbi, hinumegin Jordan­ánna vóru vit saman við einum manni, sum tú segði, var nakað serstakt. Nú er hann eisini farin at doypa, og øll fara til hansara.“ Jóannes svaraði: „Eingin kann taka nakað frá okkum, uttan tað verður honu…
Les meira »
Ein søga frá krígnum í Ukraina
21.12.2023
“Takkað verið Bíbliuni, lærdi eg Gud at kenna á hermótinum” – hesi orðini hoyrdi eg frá 57 ára gamla hermanninum Kyrylo. 23. novembur, 21 mánaðir eftir at kríggið byrjaði, fóru vit at vitja ukrainska herin í einum skógi nær við býin Bakhmut. Á einum av herstøðunum møttu vit einum bólki av hermonnum sum mannaðu eina kanón. Meðan vit lósu sálma 91,…
Les meira »
Jólaheilsan frá Bíbliufelagnum
20.12.2023
Óttist ikki! (Lukas 2,10)   Tað var ynski um at kynda vón, sum fekk Schrøter prest at umseta og útgeva Matteusar evangeliið á føroyskum í 1823. Hóast einki føroyskt skriftmál var, skuldi tað ikki forða fyri, at vónarboðskapurin fram um allar, vann fram og var lisin og skiltur á móðurmálinum. Hjá nógvum av okkum eru jólini mest strongda tíðin á á…
Les meira »
NÝGGJ BÒK - Føroyskt í 200 ár!
19.12.2023
Í samband við, at tað í ár eru 200 ár síðan, Johan Hendrik Schrøter læt Matteus evangeliið, fyrstu bíbliutýðing og týðing yvirhøvur á føroyskum, úr hondum, hava grunnurin Føroyskt Kirkjumál og forlagið Bókin, hjá Føroyska Bíbliufelagnum, útgivið bókina “Føroyskt Bíbliumál í 200 ár”.   Christian Matras professari sigur um útgávuna hjá Schrøter, ið…
Les meira »
Harrin hevur vitjað fólk sítt
16.12.2023
Sakaris, pápi hansara, fyltist av Heilagum Anda og profeteraði:   „Lovaður veri Harrin, Ísraels Gud, tí hann hevur vitjað fólk sítt og loyst tað út. Hann sendir okkum ein Frelsara, av Dávids ætt, sum hann lovaði í gomlum døgum við sínum útvaldu profetum. Hann bjargar okkum frá fíggindum okkara, frá øllum teimum, ið okkum hata. Hann lovaði at hjál…
Les meira »
Bíblian broytir menniskjunnar lív og levnað í Iran
14.12.2023
Vegna vánaligu sosialu búskaparstøðuna í Iran, er skøkjulevnaður og lógarbrot alsamt vaksandi. Tó hevur bíbliufelagið nógv dømi um, hvussu Bíblian hjálpir menniskjum og broytir mannalagnur, skrivar Katrine Lund Sørensen.Iran er eitt av londunum, har kristidómurin er nógv vaksandi.   Hóast atsóknum og tungligum viðurskiftum, boðar bíbliufelagið fr…
Les meira »
Nú kemur brúðgómurin!
09.12.2023
Guds ríki kann samanberast við 10 brúðargentur, sum fóru út at møta brúðgóminum og tóku oljulampur við sær. Fimm teirra vóru óskynsamar og fimm skynsamar. Tær fimm óskynsomu tóku lampur sínar við, men onga olju. Tær skynsomu tóku bæði lampur og olju við sær. Men leingi var at bíða eftir brúðgóminum, tær vórðu troyttar og sovnaðu. Um midnátt kom r…
Les meira »
200 ár á føroyskum og framvegis sprell-livandi!
03.12.2023
Tað er ein vón! Ynski um at kynda vón, fekk í 1823 Schrøter prest í Hvalba, at umseta og útgeva Matteusar-evangeliið á føroyskum.   Hóast einki føroyskt skriftmál var, forðaði tað ikki fyri, at vónarboðskapurin fram um allar, varð lisin og skiltur á móðurmálinum.  Vónina kenna vit í einum orðið: Gud! Honum møta vit í Bíbliuni á e…
Les meira »
Í dag er hetta profetaorðið gingið út
02.12.2023
Hann kom eisini til Nasaret, har hann var uppvaksin, og hvíludagin fór hann inn í synagoguna, sum hann var vanur.   Tá ið hann reistist at lesa upp úr Bíbliuni, góvu tey honum bókina hjá Jesaja profeti. Hann opnaði hana og fann staðið, har skrivað stóð: Andi Harrans er hjá mær, tí Gud hevur krýnt meg til kong. Hann hevur sent meg til tey fátæku…
Les meira »
Hygg við vónareygum
01.12.2023
“Vón er ikki ein virkisætlan.” Soleiðis tók Mette Frederiksen til í byrjanini avcoronakreppuni. Orðini hevði hon tikið frá øðrum politikarum, sum aftur høvdu tey frá filmsheiminum, har tey hava verið brúkt í áratíggju.   Tíbetur mistaka bæði politikarar og listafólk seg viðhvørt. Vónin er ein virkisætlan. Ja, vónin er sum navnið á eini bók hjá da…
Les meira »
Advent
30.11.2023
Adventstíðin er fyrireikingartíð til jólahaldið, og samstundis byrjar kirkjuárið her: fjórða sunnudag fyri jóladag. Sjálvt orðið advent er gamal málburður úr latínskari tíð, sum kirkjan síðan hevur tikið til sín. Orðið merkir ”koma” ella ”koming”, og tað er ein ógvuliga hóskandi yvirskrift, tá ið jólini jú eru at hátíðarhalda Jesu komu í heimin sum…
Les meira »
Nú havi eg ávarað tykkum!
25.11.2023
Til ta tíðina fer at ganga soleiðis, sum Dánjal profetur hevur talað um: „Andstygd oyðingarinnar fer at standa á tí heilaga staði – tit, ið lesa hetta, gevið tí gætur.   Tá ið hetta hendir, tá farið tit, sum eru í Judea, til fjals. Tit, ið eru uppi á tekjuni, farið ikki niður eftir nøkrum at hava við.   Tit, sum eru úti í bønum, farið ikki heim…
Les meira »
Bíbliulesiætlan fyri 2023-2024 er komin út
22.11.2023
Nú er nýggja bíbliulesiætlanin fyri 2023/2024 komin út. Bíbliulesiætlanin byrjar fyrsta sunnudag í advent, sum í ár er sunnudagin 3. desembur.   Gott amboð at skipa tín bíbliulestur.   Í tí skundmikla gerandisdegnum kann tað vera trupult at fáa lisið so nógv í Bíbliuni, sum ein gjarna vildi. Um tær tørvar eitt amboð til at skipa tín bíbliulestu…
Les meira »
Trúgv tín hevur bjargað tær
18.11.2023
Meðan Jesus talaði við lærusveinar Jóannesar, kom ein fyristøðumaður og tveitti seg niður fyri føtur hansara. „Dóttir mín er beint nú deyð,“ segði hann. „Kom og legg hond tína á hana, so hon livnar aftur.“ Jesus reistist og fór við honum saman við lærusveinum sínum.   Aftan fyri Jesus gekk ein kvinna, sum hevði havt bløðingar í samfull tólv ár. H…
Les meira »
Her kanst tú síggja hátíðargudstænastuna í Vesturkirkjuni
15.11.2023
Her kanst tú síggja hátíðargudstænastuna í Vesturkirkjuni sunnudagin 12. novembur 2023.   Tvey hundrað ár liðin, síðani Matteusar evangeliið kom út á føroyskum. Trýst her...   Her eru nakrar myndir frá gudstænastuni. Trýst her...      
Les meira »
Kirkjubøn á fagnaðargudstænastu 12.11.23 í Vesturkirkjuni. Føroyskt kirkjumál í 200 ár
15.11.2023
Góði Gud og Faðir!   Takk fyri kærleika tín og umsorgan!¤ Takk fyri, at tú sendi okkum Jesus, at hann tók á seg syndir okkara, og at vit í trúnniá hann, eru tíni børn. Takk fyri fyrigeving tína hvønn dag, og hjálp okkum eisini at fyrigeva teimum, sum ímóti okkum synda. Takk fyri frukt og grønmeti og alt, sum veksur, takk fyri skurðin í heyst og f…
Les meira »
SPÍRAR - Knurr og Knarr vitja bisp í Vesturkirkjuni
13.11.2023
Hátíðarhald var í Vesturkirkjuni, nú 200 ár eru liðin, síðani bíliutekstur fyri fyrstu ferð kom út á føroyskum (Matteus evangeliið). Í hesum sambandi luttóku Spírar, sum, eftir prædikuna, settu biskupi nakrar spurningar. Her er ein samandráttur av samtaluni.    >>> Trýst her...            
Les meira »
Hví freista tit meg?
11.11.2023
Tá fóru fariseararnir og samráddust um, hvussu teir kundu seta hann fastan í orðum. Teir sendu sínar tænarar av stað saman við nøkrum av teimum, ið stuðlaðu Heródesi, og bóðu teir siga: „Meistari, vit vita, at tú ert álítandi, og at tú sigur okkum sannleikan um Guds vilja. Tú lagar teg ikki eftir, hvat onnur halda, og gert ikki mun á fólki. Sig ok…
Les meira »
Talgildur bóklingur um Reformatiónina
10.11.2023
"Trúbótin 500 ár 1517 - 2017." Ólavur í Geil, ið hevur samskipað talgilda bóklingin, og Uni Næs frá Føroyskum Kirkjumáli. Mynd: Jórun Johannesen.   Í dag er 10. november - føðingardagur Martin Luthers í 1483.   Í 2017 hátíðarhelt Evangeliska lutherska kirkjan, at 500 ár vórðu liðin síðan reformatiónina. Nógv tiltøk vórðu hildin víða um heimin -…
Les meira »
Sunnudagin 12. novembur kl. 11.00 verður hátíðargudstænasta í Vesturkirkjuni
06.11.2023
Hátíðargudstænasta er, tí at tað í ár eru 200 ár síðani, føroyingar fingu Matteusarevangeliið á egnum máli.   Hetta var fyrsta bókin í Bíbliuni á føroyskum, og hetta var eisini fyrsta veruliga bók á føroyskum. Hvørt húsarhald í landinum fekk eitt eintak, og var tað J. H. Schrøter, sóknarprestur í Leirum, ið týtti og Danska Bíbliufelagið gav út.…
Les meira »
Tit eru eydnusom
04.11.2023
Tá ið Jesus sá alt fólkið, fór hann niðan á eitt fjall og settist har.   Lærusveinarnir komu til hansara, og hann undirvísti teimum og segði: „Tit eru av sonnum eydnusom, um tit eru fátæk í tykkum sjálvum og hava fingið Heilaga Andan, tí at Guds ríki er tykkara.Tit eru eydnusom, um tit syrgja, tí tit skulu verða troystað.Tit eru eydnusom, um tit…
Les meira »
Sonur tín livir!
28.10.2023
Meðan Jesus ferðaðist ígjøgnum Galilea, kom hann aftur inn í Kana, har hann hevði gjørt vatn til vín. Ein høgur embætismaður úr Kapernaum átti ein son, sum lá sjúkur, og tá ið hann frætti, at Jesus var í bygdini, fór hann til hansara og bað hann koma at gera son sín frískan, tí at hann lá at doyggja. Men Jesus segði: „Tit trúgva bara, tá ið tit s…
Les meira »
Brúdleyp við ongum gesti
21.10.2023
Jesus segði aftur eitt líknilsi: „Hendan søgan sigur, hvussu Guds ríki er. Ein kongur helt brúdleyp fyri syni sínum. Hann sendi húskallar sínar av stað eftir teimum, ið boðin vóru í brúdleypið, men tey vildu ikki koma. So sendi hann nakrar aðrar húskallar at siga við tey bodnu: „Veitslumaturin er gjørdur, oksar og kálvar eru dripnir, og alt er til…
Les meira »
Bergur og Gunnar á Sjey.fo
20.10.2023
LURTA eftir samrøðu við Bergur og Gunnar frá Bíbliufelagnum í dag 20. okt. kl. 13.00. Tá hevur Dánial á Dul Jacobsen samrøðu við teir báðar, um arbeiðið hjá Føroyska Bíbliufelagnum og um Altjóða ráðstevnuna hjá Sameindu Bíbliufeløgunum, sum var í Amsterdam 13-16 okt. 2023.   Tað verður áhugavert!! Vit hava fingið leinkju til upptøkuna. Lurta he…
Les meira »
Frásøgn frá Heimskongressini hjá altjóða Bíbliufelagnum UBS í Amsterdam
17.10.2023
Seinastu dagarnar hava Bergur D. Joensen, formaður í stýrinum fyri Føroyska Bíbliufelagið og Gunnar K. Nattestad, aðalskrivari, verið í Amsterdam á heimskongress hjá Altjóða Bíbliufelagnum UBS - United Bible Societies.   Kongressin byrjaði seinasta fríggjadag og endaði í gjár.   Tað eru yvir 400 fólk á kongressini, umboðandi størsta partin av h…
Les meira »
Miss ikki mótið
14.10.2023
Jesus steig inn í ein bát og fór yvir um til Kapernaum. Her komu nakrir menn til hansara við einum lamnum manni á eini børu. Jesus sá, hvussu stórt álit teir høvdu á sær, og segði so við tann lamna: „Miss ikki mótið. Tíni lógarbrot eru tær fyrigivin.“ Nakrir av teimum skriftlærdu hoyrdu hetta og hugsaðu við sær sjálvum: „Hann spottar Gud.“ Men J…
Les meira »
Hvat er tað størsta boðið í lógini?
07.10.2023
Fariseararnir frættu, at Jesus hevði sett saddukeararnar fastar í orðum, og teir savnaðust um hann. Og ein teirra, ein lógkønur, spurdi hann fyri at freista hann: „Hvat er tað størsta boðið í lógini?“ „Tú skalt elska Gud av øllum hjarta tínum, allari sál tíni og øllum huga tínum,“ svaraði Jesus. „Hetta er tað fyrsta og størsta boðið. Men eitt ann…
Les meira »
EITT ÁR EFTIR KVINNUUPPREISTURIN Í IRAN
05.10.2023
Fyri einum góðum ári síðan fór 22 ára gomul iransk kvinna úr heimbygd síni vesturum til Iran í handilsørindum, saman við nøkrum av skyldfókum sínum til landsins høvuðsstað, Teheran. Hon kom ongantíð heim aftur.   Tá ið hon skuldi fara av tokstøðini, hetta var seinnapart á degi, varð hon tvingað inn í éin vøruvogn hjá ’siðløgregluni’, ákærd, tí hi…
Les meira »