Tey bæði Pætursbrøvini
26.02.2016

Tað kann tykjast undranarvert, at 21 av 27 skriftum í Nýggja Testamenti eru brøv. Men tann kristna trúgvin varð breidd út frá Jerúsalem og út í Rómverjaríkið á tann hátt, at ápostlar ferðaðust íkring og prædikaðu og stovnaðu kirkjulið. Ápostlarnir hjálptu kirkjuliðunum at gerast sjálvbjargin, áðrenn teir ferðaðust víðari.

 

Tað var trupult at ferðast í fornøldini, so tá ið ein ápostul og eitt kirkjulið høvdu tørv á at taka sambandið upp aftur, bar tað ikki altíð ápostlinum til at ferðast aftur. Tá ið klandur og ivamál um trúarspurningar stungu seg upp ella bert tørvur á at varðveita vinabandið, var brævið høgligasti mátin at samskifta.

Tað var Paulus, ið byrjaði hesa siðvenju, og fyrsta bræv hansara til kirkjuliðið í Tessalóniku er eftir øllum at døma elsta skriftin í Nýggja Testamenti og tað fyrsta av tilsamans 13 varðveittum brøvum, har Paulus er sendari.

 

Paulus og hinir brævskrivararnir í Nýggja Testamenti brúka tað brævsniðið, sum er vanligt í antikkini: Fyrst verður sendarin nevndur, síðan móttakarin og ein friðar- ella náðiheilsan. Eftir hetta kemur ofta ein tøkk ella lovprísan fyri tað góða sambandið millum sendara og móttakara. Vanliga endar eitt bræv við persónligum heilsanum og einum friðar ynski.

 

Hesin bygnaður verður eisini nýttur í teimum báðum brøvunum, har Pætur er sendari. Pætur er ein týðandi maður í tí elstu kirkjuni og verður javnan nevndur bæði í evangeliunum, Ápostlasøguni (har hann er høvuðspersónur í fyrsta triðingi) og í brøvum Paulusar. Hann taldist millum teir fyrstu kallaðu av Jesu lærusveinum og var tann sjónligasti av teimum. Pætur var ein av leiðarunum í kirkjuliðnum í Jerúsalem eftir ta fyrstu hvítusunnuna og ferðaðist – eins og Paulus – íkring sum ápostul í Rómver jaríkinum. Hann varð tikin av døgum í árinum 64 e.Kr. undir for fylgingunum, sum Nero keisar i stóð f yri.

 

Fyrsta bræv Pæturs er stílað til ein størri bólk av kirkjuliðum í Lítla Asia, ið tykist hava verið fyri forfylging. Brævið eggjar til úthaldni og vísir á Krist i líðingar. Annað bræv Pæturs ávarar staðiliga ímóti at fara av leið á ymiskan hátt og nevnir ikki bert Fyrsta Bræv Pæturs, men eisini brøv Paulusar og óbeinleiðis bræv Judasar.

 

Úr Bíbliulesiætlanini 2015-16.