Bíbliufelagið ger Bíbliuna nærverandi
29.02.2016

Føroyska Bíbliufelagið er ein almannagagnligur limafelagsskapur, sum var sett á stovn í 2012, og har Føroya Biskupur er forseti.

Skipað verður fyri tiltøkum, gudstænastum og kunnandi fundum kring landið. Heimasíðan www.biblia verður nógv vitjað og bíbliu-appin er tikin niður fleiri enn 1500 ferðir.

 

Forlagið Bókin, ið er forlagið hjá Bíbliufelagnum, gevur út løggildugu týðingina eftir J. Dahl og K.O. Viderø, í ymiskum sniðum og støddum. Eisini gevur forlagið út bøkur og tilfar, sum gagnar bíbliulestri og at skilja Bíbliuna.

Tvær nýggjar týðingar av Nýggja Testamenti eru ávegis.

 

Vit stuðla verkætlanum uttanlands, sum hava til endamáls at fáa Bíbliuna út til øll fólkasløg á teirra egna máli og til ein prís, sum tey kunnu rinda.

 

Les meira her...

 

Trýst her um tygum ynskja at stuðla Bíbliufelagið við peningagávu.