Jóhan Petur Johannesen: Hvønn týdning hevur Bíblian fyri teg?
04.03.2016

Hvønn týdning hevur Bíblian hevur fyri teg?

Eg vil siga, at hon er mín kumpass. Tað er har eg fái góð ráð, hvussu eg skal liva í samskifti við Gud og næstan.


Nær fekst tú tína fyrstu Bíbliu?

Eg fekk mína fyrstu bíbliu frá eldru systur míni Jórun Skála, tað var 29.12.1986, tá ið eg fylti 13 ár, tá fór eg at lesa ein kapitul um dagin.


Hvussu lesur tú Bíbliuna í dagligdegnum?

Eg havi sett mær fyri, at lesa ein kapitul um dagin. Mær dámar eisini sera væl at grunda og biðja yvir onkrum versi, ið talar serliga til mín. Hetta er gott, tá man søkir Harran í einingi.


Er okkurt vers ella bók í Bíbliuni tú ert serliga fegin um?

Matt 6:33 um at søkja fyrst Guds ríki. Søgan um Jónas hevur altíð tala serliga til mín. Ein bók at lesa aftur og aftur. Hon minnir meg um lýdni og at hava hjarta fyri øðrum.

 

Kundi tú hugsa tær at granska okkurt í Bíbliuni nærri?

Ja, Bíbliuna sum heild. Kundi hugsa mær at tikið frí einar 2 vikur um árið, at granska Guds orð saman við øðrum, og havt ein góðan vegleiðara.


Hvussu við tí sum er torskilt í Bíbliuni?

Ja, tá ið okkurt er torskilt, brúki eg tíð av og á at leita á netinum, lesi studiubíbliur og leksikon, og ikki minst, so er Heilagi Andin eisini har, at vegleiða meg.