Lurta
Gamalt bíbliuhandrit á lista hjá Unesco
07.03.2016

60 ár eftir at hon varð smuglað inn í Ísrael úr Sýria, er tann elsta hondskrivaða hebraiska bíblian, ‘Aleppo-kodeksið’, endað í yvirlitinum “Memory of the World” hjá Unesco.

Tað fyrsta skjalið varð skrásett har í 1995, og í dag eru gott 300 skjøl og lutir vorðin partur av Unesco-listanum “Memory of the World”, skrivar KPK.


Handritið, ið verður nevnt ‘Aleppo-kodeksið’, verður av granskarum mett sum tann mest nágreiniliga hebraiska bíblian. Handritið er frá umleið ár 930, og inniheldur stóran part av Gamla Testamenti, hóast 200 av teimum 500 upprunaligu síðunum mangla.

Handritið varð rænt av krossfararum og flutt til Egyptalands. Søgan sigur, at tað har varð brúkt av Maimonides, ein viðurkendur skriftlærdur jødi.

 

Tað skal vera borið til Aleppo í Sýria av einum av eftirkomarunum hjá Maimonides. Har var tað goymt í størstu sýnagoguni í Aleppo til hendan varð brend niður í 1947, sum eitt svar uppá ætlaninar hjá ST at stovna statin Ísrael. Mong hildu, at Aleppo-kodeksið var oyðilagt í eldsbrunanum, og leitað varð til fánýtis.

 

Tað var ikki fyrr enn í 1958, at táverandi ísraelski forsetin, Isak Ben Zvi, kunngjørdi, at Aleppo-kodeksið var komið til Ísraels. Hvussu, vildi hann ikki siga.

 

Handritið var tó ikki longur ein heild. Týdningarmesti parturin, tær Fimm Mósebøkurnar, vóru burtur. Helst er tær brendar.

 

Í 2000 varð Aleppo-kodeksið givið út av nýggjum í Ísrael undir navninum “Jerúsalems krúna”. Handritið er í dag til skjals á tjóðsavninum í Jerúsalem.

 

Kelda: trubodin.fo