10 ára gomul flýggjandi irakisk genta: Eg fyrigevi IS
12.03.2016

Mangar av teimum irakisku barnafamiljunum, sum eru flýggjaðar undan teirri islamsku yvirgangsrørsluni Islamskum Stati (IS) halda til í býnum Erbil í irakiska Kurdistan.

Her var Essam, vertur á SAT-7 Kids-sendingini Why is That? (Hvussu ber tað til, ritstj.) farin út fyri at geva børnum, sum eru rakt av krígnum, møguleika at greiða síggjarum í øllum Miðeystri og Norðurafrika frá um teirra viðurskifti.

Í teirri irakisku flóttaleguni hitti Essam eina 10 ára gamla gentu, sum æt Myriam. Saman við familjuni mátti hon flýggja úr býnum Qaraqoush, tá ið IS-herdeildir tóku býin. Essam spurdi hana, hvørjar tankar hon gjørdi sær um tey menniskjuni, sum høvdu rikið familju hennara á flótta frá húsi og heimi. Hon ivaðist ikki í svarinum:

“Eg havi einki ynski um at gera teimum ónáðir, men eg fari at biðja Guð um at fyrigeva teimum. Eg fyrigevi teimum,” fortaldi hon fyri vertinum, og helt fram: “Í Bíbliuni hoyra vit Jesus siga, at vit skulu ikki óttast, og at vit skulu fyrigeva øðrum, sjálvt um tey hata okkum. Tí verða vit noydd at fyrigeva teimum.”

 

Takið við islam, doyggið ella flýggið fyri lívinum
Tá ið IS í juni í fjør tók tann irakiska býin Mosul og aðrar býir har á leiðini, vóru í túsundatali av menniskjum fyribeind ella rænd. Tey, sum ikki eru muslimar í økinum – serliga tey kristnu og yazidiararnir – kundu velja at verða tikin av døgum, taka við islam ella flýggja fyri lívinum. Meira enn ein millión fólk flýggjaðu eftir hetta til irakiska Kurdistan, har tey búleika í flóttalegum.

 

Ímeðan droymir Myriam um - sum tilkomin - at arbeiða fyr sum ein farsótt i Læknar uttan landamørk: “ her eru fólk allastaðni, sum hava tørv á viðgerð. Men tað eru bara so fá, ið hava ráð at fáa hjálp frá teimum einstøku læknunum, sum eru her. Jesus sigur einastaðni, at tá ið tú ert fríaður, skalt tú eisini gera onnur fræls. Tí skulu vit eisini sýna fólki miskunnsemi og bjóða teimum at koma til viðgerðar.”


Myndatekstur: Samrøðan við Myriam fór eftir stuttari tíð um á netinum sum ein farsótt, og hon er nú sædd av fleiri milliónum fólkum – umframt øll tey, sum hava sæð sendingina á SAT-7 KIDS. Mynd: SAT-7.

Sí stuttfilmin við Myriam her:

 

Kelda: bibelselskabet.dk
Regin av Steinum, týddi