Frøi í Tansania. Gud talar eisini mítt móðurmál
21.03.2016

Bíbliunnar boðskapur gongur líka at hjartanum, tá ið boðskapur hennara verður sagdur á fólksins egna móðurmáli. Hetta siga Nyaramba-fólkið í Miðtansania, ið fyri stuttum hava fingið Nýggja Testamenti skrivað á teirra egna móðurmáli.

“Áh, tað er ótrúligt! Nú talar Gud mítt egna móðurmál!”

Hetta mælti ein eldri maður, tá ið hann á fyrsta sinni hoyrdi orð úr Nýggja Testamenti verða lisið á kinyiramba.

“Sál mín fyltist av gleði og undran, tí at Bíblian verður týdd og skrivað á fólks míns egna tungumáli. Orð hennara nema hjartarøturnar,” sigur Ipyana Mwangota, ið samskipar bíbliuumsetingina hjá Bíbliufelagnum.

 

Hann vísir veg til býin Iramba, ið hevur givið Nyiramba-ættini navnið. Býurin liggur umleið 8 tíma koyrilongd í ein landnyrðing frá høvuðsstaðnum Dodoma í Tansania, har høvuðsskrivstovan hjá bíbliufelagnum liggur.

 

Nú talar Jesus beinleiðis til okkara. Vit steðga á við luthersku kirkjuna, har vit skulu møta einum presti, einum sunnudagsskúlalærara, nøkrum kirkjulimum og tveimum bíbliutýðarum.

 

Gideon Timotheo Kahola hevur staðið á odda fyri Nýggja Testamenti-umsetingini kinyiramba og greiðir gjøllari frá, hví tað er so týdningarmikið at fáa Bíbliuna umsetta til teirra egna staðbundna ættarmál:

 

“Tá ið presturin prædikar á kinyiramba, er kirkjuliðið meira ansið og skilur betri innihaldið. Orðini seta tí spor eftir seg í hjørtum teirra.”

 

Immanuel Mitula, prestur, er samdur.
“Kinyiramba er okkara ogn; Gud hevur givið okkum móðurmálið til ognar”, sigur presturin og endurgevur orðarætt Jóh 1,14 “Orðið varð hold og tók búgv okkara millum.” Gud tekur sær búgv í fólksins mentan og talar teirra egna mál.

 

Málið knýtir saman stórar fólkabólkar. Málið hjálpir okkum at fáa fatur í Gudi. Vit lurta og taka við orði hansara. Hann lurtar eftir bønum okkara, óansæð hvørjum máli, biðið verður á. “Gud er veldugur!” sigur Mituli og sker í ein ífestandi látur.

 

Boðskapurin gongur at hjartanum.
Tað búgva 45 milliónir fólk í Tansania. Ein helmingur er kristin, hin muslimar. Í landinum eru ikki færri enn 120 málættir. Flestu tansaniar tala kiswahili; men mangir skilja ikki øll orðini, tí málið er ein samanblandingur av arábiskum, enskum og bantumáli.

 

“Fara vit út á bygd og tosa kiswahili við bygdafólkið, skilja tey ikki altíð tað, sagt verður og spyrja tí hvør annan, hvat orðini merkja. So fara tey at leita á teirra egna máli og finna, hvat orðið merkir. Tá ið tey hava funnið tað, gerast tey glað,” sigur Ipanya Mwangota, bíbliusamskipari.

 

Leonard Maiko er sunnudagsskúlalærari í luthersku kirkjuni í Iramba og setur ein stóran heiður í at undirvísa á kinyiramba.

 

“Tá ið prædikað verður á kiswahili, eru orðini torfør, og tey, ið lurta, skilja ikki altíð týdningin beinan vegin. Men á kinyiramba finnur boðskapurin sær veg at hjartanum,” sigur hann.

 

Myndatekstur: Nýggja Testamenti er nú umsett til kinyiramba, sum verður talað av meir enn 400.000 í Tansania. Týðingin fæst enntá sum ljóðfílur. Lokali bíbliusamskiparin, Gideon Timotheo Kahola lýðir á umsetingina saman við hjúnunum Josaphat Omar og Leu Ibrahim og Immanuel Mitula, ið er prestur í luthersku kirkjuni í Iramba.


Kelda: bibelselskabet.dk

Henry D. Joensen, umsetti