1000 dagar til 100 bíbliutýðingar
30.03.2016

Í hesum døgum, meðan yvirgangur setur dám á dagsskránna, hómar Sameinda Bíbliufelagið glottar framman stavn fyri útbreiðslu av Bíbliuni til milliónir av menniskjum. Bíbliufeløgini hava fingið gongd á átakið ‘1000 dagar til 100 bíbliutýðingar’.

Sameindu Bíbliufeløgini eru fremst innan bíbliutýðingar og standa fyri stórum frambrotum. Í 2013 eyðmerktu feløgini 100 bíbliutýðinga-verkætlanir. Ætlanin var, at týðingarnar skuldu vera lidnar eftir 1000 døgum – teirra millum 43 nýggjar týðingar, 27 uppafturtýðingar og 30 endurskoðaðar týðingar.

 

Við árslok 2014 vóru 70% av týðingunum loknar. Í september 2015 80% loknar. Hesi avrik eru einki minni enn eitt bragd, ið vekja undran. Feløgini takka felagsskapum og gevarum um allan heim fyri hjálp og stuðul.

 

Tað eru 6.901 tungumál í heiminum, men bara 541 tungumál hava eina fullfíggjaða Bíbliu.


Staðbundnu týðararnir eru álítandi høvundar og virka við hjálp frá høgtlærdum ráðgevum innan Sameindu Bíbliufeløgunum. Aðrastaðni í heimi gongur týðingin á nøkulunda friðarligum støðum, men fleirstaðni er støðan tíverri ótrygg at búleikast.

Bíbliutýðarar og Ráðgevarar liva lívið á støðum, har ófriður hvørja løtu kann spyrjast. Teir ferðast um økir, har kriminell brotsmannalið hava tilhald og skapa ófrið. Eitt nú í Venezuela og Kolumbia. Í Miðasia, Norðurafrika og Miðeystri, eru forfylgingar í heilum av islamistiskum bólkum og myndugleikum.

 

Vit kunnu ikki taka burtur hóttanir frá hesum bólkum, men vit royna alt, vit kunnu, at týðarar og onnur fáa løn. Eisini kunnu vit veita hjálp at fáa Bíbliuna prentaða og býtta út.

 

Í 2015 fekk t.d. etiopiska bygdamálið, ‘tigrigna’, Bíbliuna á sínum egna móðurmáli.

 

80 bíbliutýðarar um ætlanina ‘1000 dagar til 100 bíbliutýðingar’ er t.d. at enda komin í Argentina, í Miðafrikanska lýðveldinum, India, Kina, Suðursudan, Seychellunum og Russlandi. Tær 100 bíbliutýðingarnar hava møguleika at náa meiri enn 1 milliard menniskjum.

Myndatekstur: Í Tansania gjørdist trongsil, tá enn ein Bíblia á bygdamáli fyri stuttum varð givin út.

 

Sannroynd:

  • Bíblian á øllum heimsins málum.
  • Tað eru 6.901 tungumál í heiminum
  • Bara 541 tungumál hava eina fullfíggjaða Bíbliu
  • Fleiri hundrað milliónir menniskju hava støðugt onga atgongd til
        Bíbliuna á teirra tungumáli
  • Bíbliutýðing ger sítt til at sameina ymisk kirkjusamfeløg.

Henry D. Joensen, týddi.