Vælkomin til Limafund hjá Bíbliufelagnum
08.04.2016

Árligi limafundur felagsins verður týskvøldið 12. apríl 2016 kl. 20.00

í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni, Klaksvík. Nógv ymiskt er á skránni, millum annað luttekur, landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, á fundinum.

Skráin á limafundinum er sambært viðtøkunum:

1. Velja fundarstjóra og fundarskrivara.
2. Frágreiðing frá arbeiðinum og framtíðarætlanir.
3. Kunning um fíggjarviðurskifti.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Velja tveir stýrislimir (triðja hvørt ár).
6. Ymist.

 

Allir limir, ið hava goldið árliga limagjaldið, hava atkvøðurætt á limafundinum við einari atkvøðu hvør.

Avgerðir á limafundinum verða tiknar við vanligum meiriluta. Stýrið ger av, hvussu atkvøtt verður.

 

Andakt við Jógvani Fríðrikssyni, biskupi og forseta í Bíbliufelagnum.

 

Nýggj og spennandi tíðindi frá Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies - UBS).

 

Landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ber fram heilsu og sigur nøkur orð.

 

Eisini verður orðaskifti um tørv og framtíðarætlanir hjá Bíbliufelagnum. Upplegg til orðaskifti við Hallgerð Akurstein.


Eftir limafundin sigur Hilda Viderø frá, um stuðul frá Bíbliufelagnum til Bíbliur á Filipsoyggjunum og í Pakistan.

 

Sangur við Tórhild Bjarkhamar og Ingu Jensen. Eisini syngur kórið í Christianskirkjuni.

 

Til ber at seta seg sum lim á limafundinum ella her.


Veri væl møtt.

Bergur D. Joensen                                                Ásbjørn Jacobsen
      formaður                                                                 aðalskrivari