Bíbliufelagið fingið sjálvstøðugan limaskap í Sameindu Bíbliufeløgum
13.04.2016

30. mai 2013 tók stýrið fyri Føroyska Bíbliufelagið eitt týðandi stig: At gerast sjálvstøðugt bíbliufelag við altjóða rætti og skyldum.

Henda dag varð umsókn send Sameindu Bíbliufeløgum, (United Bible Societies - UBS), við áheitan at gerast sjálvstøðugur limur. Síðan tá hevur gott og áhugavert samskifti verið okkara millum, sigur Bergur D. Joensen, formaður í Føroyska Bíbliufelagnum.


Á árliga limafundinum í Christianskirkjuni í Klaksvík 12. apríl 2016 varð kunngjørt, at Føroyska Bíbliufelagið er vorðið góðkent sum sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum saman við 118 øðrum londum. Sagt verður, at Føroyar er minsta limalandið í UBS-felagsskapinum.

 

Skrivlig váttan um hetta kom við telduposti týsmorgunin 12. apríl, tá ið Pastor Dr. Rudi Zimmer, formaður í altjóða ráðnum, sendi Føroyska Bíbliufelagnum formelt bræv, har hann kundi staðfesta føroyskan limaskap í UBS.

 

Í mai í ár skipar UBS fyri stórum heimsfundi fyri limalondunum. Fundurin verður í Philadelfia í USA. Ætlanin er, at tvey umboð fyri Føroyska Bíbliufelagið verða við á fundinum, ið er 6. hvørt ár. Skift verður millum limalondini.

 

Í heyst verður Føroyska Bíbliufelagið á fyrsta sinnið vertur fyri fundi í Føroyum fyri norðurlendsku bíbliufeløgini.

Leinkja til Bíbliufeløg kring heimin. Trýst her.

 

Brot úr "Dagur og vika" 14.04.2016.