Heilsan frá Rigmor Dam til limafundin hjá Bíbliufelagnum
18.04.2016

Eg fari fyrst av øllum at takka fyri, at tit hava boðið mær sum landsstýriskvinnu at bera tykkum eina heilsan á limafundinum.

Eg vil fegin takka tykkum fyri, at tit hava átikið tykkum hesa stóru og týdningarmiklu uppgávu at reka føroyska bíbliufelagið – og tað er mær ein frøði at kunna ynskja tykkum hjartaliga tillukku við, at felagið nú er tikið upp sum limur í sameindu bíbliufeløgunum.

 

Vit kunnu siga, at tit við hesum eru komin á mál sum felag – ella vit kunnu siga, at felagið á ein hátt mestsum er blivið konfirmerað og gift í senn: Hini bíbliufeløgini hava viðurkent tað sum fullgildan, vaksnan lim. Felagið hevur gjørt øllum greitt, at tað nú til fulnar er sinnað at taka á seg somu skyldur, sum hini feløgini, og hini feløgini hava viðurkent, at tað er tað ført fyri.

Hetta er ein gleðilig gongd, at føroyingar á alt fleiri økjum arbeiða seg fram til at taka lut í millumtjóða samstarvi á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Hetta er ikki nakað, sum man kemur sovandi til. Arbeiði skal til, og tað skal vera miðvíst, støðugt og áhaldandi, um ein skal verða tikin fyri fult; men afturfyri er hetta ein gongd, sum ríkar og mennir land og fólk.

Bíblian er eitt so týðandi og breitt fevnandi støði undir okkara samfelag, okkara siðmenning og mentan, at eg eins væl kann sigast at standa her sum landsstýriskvinna í mentamálum, og sum landsstýriskvinna í undirvísingarmálum, sum landsstýriskvinnan, ið varðir av fólkakirkjuni og øðrum trúarsamfeløgum.

Kristnin, og við henni Bíblian, hevur á so mangan hátt ómetaliga stóran týdning fyri føroyska samfelagið í dag, eins og hon á mangan hátt hevur havt sín avgerandi leiklut her í undanfarnum øldum – ja kanska heilt síðani fyrsta landnámið.

Ikki minni týdning hevur bíblian á føroyskum havt fyri menningina í føroyska málinum og fyri menningina í føroyska samleikanum.


Eitt, sum er serliga gleðiligt við bíbliufelagnum, er, at tað virkar fyri at vera savnandi, tvørkirkjuligt. Hóast vit ikki eru nøkur fjølment tjóð – ikki enn, ið hvussu so er so hava vit alt ov ofta lyndi til at dyrka ymiskleikan, heldur enn at leggja orkuna í at finna tað sum savnar, tað sum vit kunnu standa saman um, og bera longri fram á leið í felag, meðan vit ásanna og viðurkenna ymiskleikarnar.

Eg nevndi í áðni, at felagið við viðurkenningini frá sameindu bíbliufeløgunum er komið á mál sum felag. Men tað er bara skipanarliga – sum felagsskapur – at komið er á mál.

Innihaldsliga er málið hjá bíbliufeløgunum so stórt og visjionert, at tað fer altíð at kunna blíva meira og betri. Tit fara støðugt at fáa og finna nýggj mál, og nýggjar, stórar avbjóðingar.

 

Bíblian er gomul, og hon skal ikki broytast, men uppgávan at bera bíbliuna út til øll fólkasløg á øllum tungumálum ómetaliga stór. Stór framstig verða gjørd, sum til dømis í verkætlanini “1000 dagar til 100 bíbliutýðingar”; men enn eru fleiri enn 6000 tungumál eftir, sum ikki eiga eina fullfíggjaða bíbliuumseting. Uppgávan her heima er av einum øðrum slagi. Hetta at fremja bíbliunýtslu, bíbliulesnað og bíbliukunnleika – at miðla bíbliuna inn í samtíðina, tað

er ein óendalig uppgáva – ella rættari: Hon endar ikki, fyrr enn mannalív ikki longur er á jørðini.

 

Eg ynski tykkum góða eydnu og Guds signing í hesum í allar mátar stóru og týdningarmiklu og avbjóðandi uppgávum.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum.

 

(Vegna forfall kundi Rigmor Dam ikki koma á limafundin hjá Bíbliufelagnum 12. apríl 2016 í Christianskirkjuni í Klaksvík. Mentamálaráðið hevði tí heitt á Honnu Jensen, forkvinnu í mentanarnevndini, at møta ístaðin og at lesa røðuna hjá landsstýriskvinnuni.)