Faðirvár
21.04.2016

Hví er tað so týdningarmikið at lesa Faðirvár og Bíbliuna á egnum máli?

Eitt er at kunna lesa Bíbliuna, annað er at kunna lesa Bíbliuna á sínum egna máli. Bíbliunnar orð gerast tá meira nærverandi á ein serstakan hátt..


Heimsins bíbliufeløg leggja allar árar í sjógv til tess at veita flestu fólkum Bíbliuna á teirra egna móðurmáli. Men hví hevur tað so stóran týdning at kunna lesa Bíbliuna á móðurmálinum? At hugsa sær, at tú t.d. bara kundi biðið Faðirvár á svenskum. Tað hevði ikki rørt hjartað stórvegis.

 

Sum Nelson Mandela á sinni segði:

“Um tú tosar við ein mann á einum máli, hann skilur, fatar hann tað við høvdinum. Tosar tú við hann á hansara egna máli gongur tað at hjartanum. Hetta hevur stóran týdning fyri sjálvsfatanina.”

 

Bíbliufelagið ger alt, fyri at minnilutar í heiminum kunna fáa Bíbliuna á teirra egna móðurmáli.

Ein innføddur í bygdini Gang Cha í Kina segði einaferð: “Tað er eingin trupulleiki hjá okkum at lesa kinesiskt – men við Gud tosa vit á lisiskum!”

Bíblian styrkir samleikan og sjálvsfatanina hjá minnilutum og varðveitir tungumálini.


Faðirvár verður í dag lisið á 2.935 tungumálum, sum geva 6,8 milliardum menniskjum høvi at kunna biðja Faðirvár á teirra egna tungumáli. Tað eru tó framvegis 3.952 tungumál, ið onga útgávu eiga av Faðirvár.

 

Høvuðsmálini eru týdd, men tað eru enn fólk í milliónatali, ið ikki kunna lesa Bíbliuna á teirra egna móðurmáli.

Henry D. Joensen, týddi.

 

Tygum kunnu stuðla arbeiðnum hjá Bíbliufelagnum við at trýsta her.