Fyrsta brævasavnið
01.05.2016

Fyrsti stóri fundur av Paulusar brøvum var í Egyptalandi tíðliga í 1930-árunum. Tey gulnaðu papyrusørkini vísa okkum seksogfýrs ørk úr tí elsta savninum av Paulusar brøvum, sum vit kenna.

Papyrus 46 er tað elsta handritið, vit hava, sum er eitt brævasavn, sum Paulus skrivaði frá ár 50 til sín deyða um ár 65 e.Kr. Paulus tykist sjálvur at hava havt ætlanir um eitt tílíkt savn. Í einum av sínum brøvum mælir hann nevniliga meinigheitini í Kolossu til at býta um brøv við grannameinigheitina í Laodikeu (sí Kol.4,16). Á henda hátt hava tær kristnu meinigheitirnar trúliga at enda havt fleiri av brøvum Paulusar í sínum savni. Heilt tíðliga eru tær byrjaðar at savna hesi brøvini í eitt bind. Seinast um ár 100 e.Kr. eru brøvini sum eitt savn og vóru í umferð millum tær kristnu meinigheitirnar í einum bindi.

 

Í einum tílíkum brævasavni gjørdist tað hent at seta yvirskriftir á hvørt bræv, og soleiðis vórðu tær stuttu yvirskriftirnar til: “Til rómverja”, “til galatamanna”, osfr. Kanska vóru hesi stóru brævasøvnini partvís orsøkin til, at tey kristnu hugaðu best bókastøddina? Um ár 100 var vanligt at skriva á bókarullu, men tey kristnu valdu at forma skriftir sínar sum bøkur ístaðin. Í eini bók kundu tey nevniliga savna fleiri tekstir enn kundu vera í eini bókarrullu.

 

Brøvini vórðu upprunaliga send avstað eitt og eitt. Tí skuldi ein trúð, at tey framhaldandi fóru at ganga um hvørt einsæris. Men í dag eru brøvini bert í søvnum. Stutt sagt er ikki eitt einasta handrit, sum sær út til bert at vera eitt einstakt bræv. Har teksturin í einum brævi endar er altíð ein nýggj yvirskrift og eitt nýtt bræv. Soleiðis er tað í øllum handritunum, sum eru nóg væl varðveitt, so at fleiri síður kunnu granskast í senn. Papyrus 46 er tað allar fyrsta av hesum.


Papyrus 46 verður tíðarfest til uml. ár 200 e.Kr. Summir granskarar vilja tíðarfesta tað nógv fyrr, helst til miðjan 100-talið, men vanligt er at tíðarfesta tað til tíðina um annað árhundraðskiftið.

 

Hjørleif Poulsen, týddi.

 

Myndatekstur: Papyrus 46, Kolossubrævið 1,5-12 og Rómverjabrævið 11,13-22.

Myndaeigari: Chester Beatty Biblical Papyrus II (Papyrus 46), Folios 90&15 © The Trustees Of The Chester Beatty Library, Dublin.