Bíbliur úr Føroyum til Filipsoyggjarnar og Pakistan
10.05.2016

Fyrr í vár var Hilda Viderø í Filipsoyggjunum og Pakistan vegna Føroysku Barnahjálpina. Við sær á ferðini hevði hon barnabíbliur til skúlar, og var hetta stuðlað av Føroyska Bíbliufelagnum.

Barnahjálpin er ein kristiligur hjálparfelagsskapur, og í sambandi við ferðina varð søkt um pening frá Bíbliufelagnum til tess at keypa bíbliur til skúlarnar, har felagsskapurin arbeiðir. Bíbliufelagið játtaði pening, 2.500 krónur til hvørt landið, og tað rakk til at keypa 80 bíbliur – 60 barnabíbliur og 20 vanligar, til hvørt landið.

 

- Bíbliurnar til Pakistan eru umsettar til urdu, sum er málið tey tosa har í økinum. Tey tóku væl ímóti teimum, børnini vóru glað fyri tær, og tey hava eisini sent eina heilsan til Bíbliufelagið. Bíbliurnar í Filipsoyggjunum vóru á einum máli, sum eitur illongo. Tað er ikki teirra egna mál, men tey skilja tað væl.


Nógv eru analfabetar

Tey kristnu eru ein minniluti í Pakistan. Allir minnilutar tilsamans eru 3% av fólkinum. Har eru nógvir analfabetar, tí tey eru fátæk og hava ikki møguleika fyri at ganga í skúla.

- Nógv børn hava arbeitt við at gera múrsteinar. Nú hevur landið forbjóðað, at børn skulu arbeiða. Tað hevur gjørt, at tá vit hava bygt skúlar, hava 2800 børn fingið møguleika at koma í skúla, og tað er alt børn hjá kristnum.

Barnahjálpin hevur seinastu tíggju árini bygt átta skúlar.

 

- Bíbliurnar verða latnar skúlum. Hvussu ger man so, tá ið átta skúlar skulu hava tíggju bíbliur í part? Tær fara bókasavnið á skúlanum, og sagt varð, at tær skuldu lænast út at taka heim við og lesa fyri foreldrum og systkjum. Tær vórðu beinanvegin læntar út.

Kelda: www.trubodin.fo