Andy Ball úr ísraelska bíbliufelagnum sigur frá
15.05.2016

Páskirnar eru serstakar í Ísrael – helst hjá familjum. Tí avgjørdi ísraelska bíbliufelagið í Tel Aviv at hava tvey serstøk stevnuhald á strondini. Fyrra stevnuhaldið var beint undan páskum og hitt eitt sindur seinni.

Vónirnar um ta fyrra stevnuhaldið vóru tær bestu, tí vit vistu frammanundan, at mong húski spákaðu túrar víða um á strondini í Tel Aviv. Meðan vit vóru ávegis við at seta upp borð og fáa til vega ymist gott barnabókatilfar og annað stáplað á borðini, vóru tað mong, ið tóku hond í og gjørdi tað, tey kundu.

 

Vit vistu frammanundan, at eftirspurningurin fór at verða stórur. Við foreldranna loyvi fingu børnini eina góða barnabók heim aftur við sær av strondini.

 

Vit vita av royndum, at mong menniskju ymsastaðni frá í heiminum nýta nógva tíð á strondini í Tel Aviv. Vit høvdu tí savnað Bíbliur á mongum tungumálum. Ein kona úr Nepal t.d., fekk sína fyrstu Bíbliu frá okkum.

 

Hon hevði hoyrt frá mongum um hesa bók og hevði leingi havt hug at ogna sær hana. Hon visti ikki, hvussu hon skuldi fáa fatur á einari. Hon gjørdist tí glað við gávuna og fekk eisini eina at geva vinkonu síni.

 

Henry Debes Joensen, umsetti

Kelda: israel.dk