Hví altjóða limaskap?
17.05.2016

Er neyðugt hjá Føroyska Bíbliufelagnum at vera limur í Sameindu Bíbliufeløgunum (United Bible Societies - UBS)? Nakað soleiðis hevur onkur spurt, nú spildurnýggja føroyska felagið í mars gjørdist limur saman við bíbliufeløgunum í Gabon, Mosambik, Mongolia, Litava, Serbia og Ekvator og bíbliufelagnum hjá palestinum. Fram til stovnanina í 2012 vóru Føroyar skipaðar við eini stiftsnevnd undir Danska Bíbliufelagnum, sum átti rættindini til týðingina hjá Dahl/Viderø og tók sær av at framleiða bíbliur til Føroya. Hví var tað ikki nók mikið?

 

Nú Bergur og eg sjálvur umboða Føroyar á Heimsfundinum hjá UBS í Philadelphia í USA – hesin heimsfundur er vanliga sætta hvørt ár – so váttar hvør dagur fyri okkum, at vit valdu rætt.

 

Eitt er, at tað er natúrligt, at eitt føroyskt felag best kann røkja tørvin hjá málbólkinum, sum tosar føroyskt og dagliga livir í føroyska samfelagnum. Um nakar ivast, hava vit eisini fingið stuðul til hetta frá dønum frá fyrsta degi. Men limaskapurin í UBS gevur okkum eisini atgongd til eitt ovurstórt tilfeingi, sum gevur okkum óteljandi møguleikar betur at røkka endamálinum hjá einum bíbliufelagi, sum vil tæna føroyska fólkinum. Tað er at røkka øllum aldursbólkum í Føroyum við Bíbliuni, á einum máli tey skilja, á einum amboði tey dagliga nýta og fyri ein kostnað sum tey kunnu rinda.

 

Sí myndir í myndasavninum.

 

Tí UBS er eitt samstarv millum 118 limafeløg, sum eru virkin í meira enn 200 londum tilsamans, við tað at nøkur feløg taka sær av fleiri londum. Saman við UBS hava fleiri feløg ment skipanir, sum vit kunnu fáa ágóðan av, um vit vilja. Eitt nú skipanir til at gera nýggjar bíbliutýðingar, og pallar til talgildar Bíbliur av alskyns sløgum. Vit fáa eisini atgongd til eitt næstan óendaligt úrval av bíbliusniðum og samband við bíbliuframleiðarar, ið framleiða høga dygd sera bíliga. Tí í UBS ger hvør tað, sum ein er best til.

 

Samskiftið við UBS og hini bíbliufeløgini gevur okkum nógvan og fjølbroyttan íblástur og letur ein spennandi heim upp fyri okkum. Hetta í mun til, at vit frammanundan ikki gjørdu nógv annað enn at kopiera nøkur fá av hugskotunum, sum danir valdu at raðfesta, uttan at vita stórvegis um, hvørjar aðrar møguleikar vit høvdu. Nú er arbeiðið hjá okkum í staðin at gera av, hvat vit vilja raðfesta, so tað tænir okkara fólki best.

 

Somuleiðis kunnu vit vera við til stuðla altjóða verkætlanum. Tað kunnu vera bíbliutýðingar til fólkabólkar, sum enn ikki hava Bíbliuna á sínum egna máli. Bara seinastu 3 árini hava 90 tungumál fingið Bíbliuna á sínum egna máli, júst gjøgnum altjóða samstarvið í UBS. Tað kunnu eisini vera Bíbliur til fátæk lond, har vanliga fólkið ikki hevur ráð til eina Bíbliu. Ella tað kann vera víðfevnda hjálpararbeiðið til fólk, sum eru traumatiserað av kríggi og ágangi. Hetta at stuðla altjóða verkætlanum hava vit í grundini bundið okkum til við at gerast limir, og tað vil føroyska stýrið við gleði eisini vera við til. Tí vit eru so ríkiliga signað, bæði við Bíbliuni á okkara egna máli, eins og mongum tímiligum signingum.

 

Øssur Kjølbro

 

Myndatekstur til myndina omanfyri: Her síggjast 8 nýggjastu limalondini í Sameindu Bíbliufeløgunum. Bíbliufelagið hjá palestinum og bíbliufeløgini í Gabon, Mosambik, Mongolia, Litava, Serbia, Ekvator og Føroyum.

 

Sí myndir frá Heimsfundinum í myndasavninum.

Sí fleiri filmsbrot frá Heimsfundinum.

 

+ Eitt spennandi video um arbeiðið hjá Sameindu Bíbliufeløgnum, United Bible Societies, síðan seinasta World Assembly í Seoul í Suðurkorea í 2010. https://vimeo.com/166143595

 

+ Ein góð lýsing um støðuna hjá Bíbliufeløgunum í heiminum á okkara døgum. https://vimeo.com/166143155

 

+ Ein viðkomandi lýsing av truplu korunum hjá kristnum á okkara døgum. Her um atsøknir úr Gasa og úr Egyptalandi. Hoyrið her aðalskrivararnar hjá libanesiska og egyptiska bíbliufeløgnum siga frá:
http://ubscommunity.org/worldassembly/

Síggið her eisini einkjuna - Pauline Ayyad - hjá dripna bókaseljaranum í bíbliufelagnum hjá palestinum siga livandi frá. Hon býr nú á Vestara áarbakka.