Hetta er tað Bíblian er um
18.05.2016

Nú vit hava hildið hvítusunnu í Philadelphia í USA, har Sameindu Bíbliufeløgini hava halda Heimsfund - World Assembly, fekk eg prógvað aftur og aftur, at hvítusunna ikki bara var, men er ein veruleiki!

Á fyrstu hvítusunnu kundu so nógv ymisk fólkasløg fevna hvørt annað, og tað kunnu tey eisini á okkara døgum - eisini um spenningar eru teirra millum.

Á myndini stendur aðalskrivarin í jødiska bíbliufelagnum við mína lið, so aðalskrivarin í jødisk-palestinska bíbliufelagnum og uttast aðalskrivarin í palestinska bíbliufelagnum.

 

Tað er eitt, sum sameinir fólk meira enn nakað, eg kenni, - Bíblian og tann kærleika, sum hon gevur okkum í Manninum frá Nazaret. Jesus fyrigevur alla synd og gevur menniskjum lív í einum doyggjandi heimi.

 

Sum ein heimskendur biskupur og leiðari fyri tey egyptisku kristnu í Onglandi segði í morgun, tá ið hann tosaði um at fyrigeva teimum, sum søkja at kristnum í Miðeystri: Í Jesu grøv kundi tú kanska hugsað at funnið beinini av einum deyðum manni, men grøvin er tóm. Har rennur nú ein kelda av kraft til nýggja byrjan fyri øll menniskju, hvør støða teirra enn er. Jesus kann broyta hjarta á øllum menniskjum. Tað er hetta eg fekk prógv fyri í dag!

 

Hetta er tað Bíblian er um: At boða og at bera Guds kærleika til øll menniskju!

 

Bergur D. Joensen