Hvítusunnuundrið í 2016
18.05.2016

Tað er ikki tilvild, at heimsfundurin hjá Sameindu Bíbliufeløgunum er á hvítusunnu! Vit hátíðarhalda jú, at Jesus sendi lærusveinar sínar út um allan heim við gleðiboðskapinum og síðani á hvítusunnu helti út Heilaga Anda sín yvir teir, so teir talaðu á mongum ymiskum tungumálum. Fólk við alskyns tungumálum, sum vóru savnað í Jerusalem tá, undraðust stórliga, tí vit hoyra teir tala á okkara tungum um stórverk Guds". (Áps 2,11)

 

Sama uppliva vit báðir Bergur her í Philadelphia á heimsfundinum. Vit møtast við starvsfeløgum úr øllum heiminum, kvinnur og menn úr so at siga øllum heimsins londum og við sera ymiskum móðurmálum. Øll eru vit í tænastu fyri harra okkara at geva fólkum okkara gleðiboðskapin á sínum egna tungumáli. Og her er nógvur góður og ítøkiligur íblástur og hjálp til at rætta fólki okkara bíbliuorðið á einum máli og við einum amboði, sum nútíðin nýtir.

 

Hetta gevur áræði og dirvi at halda á í arbeiðnum fyri bíbliusakini í Føroyum! Tí hóast vit eru ríkiliga signað við tveimum bíbliutýðingum á føroyskum, hava vit leingi ásanna, at okkum tørvar eina týðing á dagførdum føroyskum máli. So at eisini nútíðar ættarlið og tey ungu kunnu hoyra um stórverk Guds á sínum máli. Hetta arbeiðið er farið í gongd, og limaskapurin í Sameindu Bíbliufeløgunum eggjar okkum at skunda undir tað týðandi arbeiðið.

 

Stuttur filmur um støðuna júst nú og framstigini síðani seinasta ársfund í 2010: https://vimeo.com/166143595

 

Øssur Kjølbro