Aðalskrivarin lagt frá sær
08.07.2016

Seinast í mai segði Ásbjørn Jacobsen seg úr starvinum sum aðalskrivari í Føroyska Bíbliufelagnum. Hetta av persónligum ávum.

 

Ásbjørn Jacobsen byrjaði í starvinum sum parttíðar skrivari í oktober 2013, og í mars í 2015 gjørdist hann parttíðar aðalskrivari.

 

Stýrið í Føroyska Bíbliufelagnum takkar Ásbirni hjartaliga fyri tíðina sum skrivari og aðalskrivari! Eisini er stýrið sera takksamt fyri góða samstarvið, sum hevur verið hesi árini – bæði við stýrið og kirkjur, samkomur og felagsskapir um landið.

 

Hóast Ásbjørn bara hevur verið í parttíðar starvi, hevur hann latið nógv eftir seg. Við honum í dagligu leiðsluni er arbeiðið lyft upp til ein vælvirkandi felagsskap, sum kann møta framtíðar avbjóðingum.

 

Vit takka Ásbirni Jacobsen fyri miðvíst arbeiði, livandi heimasíðu, góð hugskot, spennandi átøk og úthaldni!

 

Serliga áhugavert hevur tað verið at sæð tey mongu, sum umvegis Facebook, hava fylgt Ásbirni gjøgnum størri og minni partar av Bíbliuni.

 

Guds frið og Guds gleði verður ynskt Ásbirni og konu hansara, Óluvu.


Við tøkk og við virðing.

 

Vegna Føroyska Bíbliufelagið,

Bergur D. Joensen,
Formaður