Lurta
Bíbliulesiætlan á Facebook í 90 dagar
06.01.2017

Kom og les í Nýggja- og Gamla Testamenti í 90 dagar saman við mongum øðrum.

 

Vit eru ein bólkur á facebook, ið hava sett okkum sum mál, at lesa brot úr Gamla- og Nýggja Testamenti í 90 dagar. Vit byrja at lesa ein av fyrstu døgunum.

 

Ein bólkur er stovnaður á Facebook til endamálið. Bólkurin hevur navnið: "Bíbliulesiætlan í 90 dagar".

 

Hvønn dag í 90 dagar leggja vit ein tekst út á Facebook, sum tit so lesa heima.

 

Endamálið við hesum bólkinum er, at stuðla og stimbra hvørannan at lesa í Bíbliuni.

 

Tú kanst gerast limur í bólkinum her: https://www.facebook.com/groups/les90dagar

 

Øll eru vælkomin!

 

Føroyska Bíbliufelagið
www.biblia.fo