Lurta
Limafundur í Miðvágs missiónshúsið 21. mars kl. 20
12.03.2017

Limafundurin hjá Føroyska Bíbliufelagnum verður týskvøldið 21. mars kl. 20 í Miðvágs missiónshúsi.
Skráin til limafundin er sambært viðtøkum felagsins við frágreiðing frá arbeiðnum og fíggjarviðurskiftum. Í ár er nógv spennandi at hoyra frá virkseminum seinasta árið og hvørja framtíðar ætlanir eru. Limir hava møguleika at koma við spurningum og viðmerkingum til arbeiði.
Jenny Lydersen hevur fyrst eina andakt og síðani er skráin henda:
1. Val av fundarstjóra og fundarskrivara.
2. Frágreiðing frá arbeiðnum og framtíðarætlanum.
3. Kunning um fíggjarviðurskifti.
4. Ásetan av limagjaldi.
5. Velja tveir stýrislimir (triðja hvørt ár)
6. Ymiskt
Aftaná hevur Bergur D. Joensen ein fyrilestur við heitinum “Luther og Bíblian”.
Nýggir limir kunna tekna seg á fundinum ella á heimasíðu felagsins:
www.biblia.fo
Hjartaliga vælkomin!

 

Begrur D. Joensen                        Gunnar K. Nattestad

Formaður                                     Aðalskrivari