Lurta
Stuðla bíbliuútgávu á gerandisføroyskum
02.06.2017

Komandi sunnudag, hvítusunnudag, hevur Føroyska Bíbliufelagið talvudag í flestu fólkakirkjunum kring oyggjarnar.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at geva út Bíbliuna, partar av henni og annað uppruna føroyskt og týtt tilfar til allar aldursbólkar.
Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum verður fíggjað við limagjaldi og gávum og tí er talvudagurin ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Innsavnaði peningurin, fer í ár serliga til bókaútgávur. Seint í summar, kemur ein barnabíbil fyri smærri børn út og arbeitt verður eisini við heilt nýggjari umseting av allari bíblini úr grundmálinum, sum Hans Jacob Joensen, frv. bispur hevur latið úr hondum .

Tað sum tó fyllir mest í ár, er útgávan av nýggja testamenti á gerandismáli, ætlað ungum og bíbliufremmandum. Hetta stórverk er umseting hjá Hera Tróndheim av “Den nye Aftale” hjá danska bíbliufelagnum og væntast at koma út seint í heyst.

Nú Føroyska Bíbliufelagið er vorðið sjálvstøðugur limur í Sameindu Bíbliufeløgum (United Bible Societies) saman við 118 øðrum londum, stuðla vit eisini altjóða bíbliuarbeiðnum, so tey, ið onga bíbliu eiga, kunnu lesa bíbliuna á sínum egna máli. Stuðul er fyrr latin India, Ukraina, Pakistan og Filipsoyggjunum.

Bíbliufelagið er eisini virkið við heimasíðu www.biblia.fo og Facebook síðu. Eisini hevur felagið útgivið eina framúrskarandi bíbliu-app til snildtelefonir og teldlar.

Meiri fæst at vita um Bíbliufelagið á www.biblia.fo

 

Vinaliga,

Jógvan Fríðriksson          Bergur D. Joensen               Gunnar K Nattestad
forseti í Bíbliufelagnum    formaður í Bíbliufelagnum    aðalskrivari