Hava framleitt fleiri enn 400 milliónir partar av Bíbliuni
10.11.2017

Triðja árið á rað hava bíbliufeløgini framleitt, selt og býtt út fleiri enn 400 milliónir partar av bíbliuni kring um í heiminum, íroknað 34 milliónir bíbliur.

 

Hetta svarar til umleið fimm prosent av heimsins íbúgvum. Samlaða upphæddin er 401,4 milliónir krónur, ið limafeløgini hava latið til bíbliur, nýggja testamentir og aðrar partar av bíbliuni.

 

Hetta skrivar Sameindu Bíbliufeløgini (United Bible Society - UBS) í síni ársfrágreiðing fyri 2016.

Øking í talgildum bíblium

UBS er frammalaga, tá ið talan er um talgildar bíbliur. Umleið 45% av heimsins íbúgvum hava atgongd til internetið, og kostnaðurin fyri at framleiða talgildar bíbliur er munandi lægri enn prentaðar bíbliur. Harvið eru stórir møguleikar at náa tey, ið ikki hava ráð at keypa prentaðar bíbliur, verður sagt í ársfrágreiðingini.

 

- Mong hava fingið eitt munandi betri lív og mong hava eisini tikið við trúgv á Jesus Kristus, sigur eitt umboð fyri bíbliufelagið í Bangladesh.

 

Bíbliufeløgini í Brasilia, Iran, Palestina og Bangladesh eru millum tey londini, har útbreiðslan av bíblium og nýggja testamentum er økt munandi seinastu tíðina. Kuba, Týskland og USA boða eisini frá stórari framgongd í útbreiðslu og nýtslu av bíbliuni.

 

Sameindu Bíbliufeløgini (United Bible Society - UBS) er eitt samstarv millum 118 limafeløg, sum eru virkin í meira enn 200 londum tilsamans. Føroyska Bíbliufelagið gjørdist limur í UBS í 2016. Sostatt eru vit eisini við til at stuðla bíbliuarbeiðinum kring heimin.

Les meira um UBS her og her...

Myndatekstur: Tvær kvinnur úr Ghana fegnast um nýggjar bíbliur (Mynd: UBS)

Skrivað hevur: Ásbjørn Jacobsen