Luthers katekismus í nýggjari útgávu
13.11.2017

10. november – føðingardagin hjá Martini Luther – er komin nýggj útgáva av Lutherskatekismus.

 

Luthers katekismus er kend bók í heimum og skúlum okkara.

 

Nýtt við hesi útgávuni er, at bæði Lítla og Stóra katekismus eru í einari bók.

Luther áminti foreldrini til at uppala børn síni væl og læra tey tey 10 boðini, trúargreinirnar, Faðirvár, dópin og kvøldmáltíðina á móðurmálinum.

Hann álegði eisini presti og dekni í hvørjum kirkjuliði at læra ungdómin upp í hesum kristiliga barnalærdóminum.

 

Til børnini skrivaði hann Lítlu katekismus, sum kom út í 1529. Um somu tíð kom út Stóra katekismus, sum hann hevði skrivað fyri prestar og lærarar, og sum er ein framúr greið trúarlæra og verður mett at vera nakað av tí besta, sum Luther hevur skrivað.

 

Í samlaðu nýggju útgávuni av Luthers katekismus er Luthers Lítla katekismus eftir C.F.Balslev biskup, J. Joensen próstur týddi, Luthers Stóra katekismus, ið Petur Martin Rasmussen, próstur, týddi og Lítla katekismus, sum J. Dahl,próstur, týddi.

 

Føroyskt kirkjumál hevur staðið fyri útgávuni. Bókin kostar kr. 200,- í bókabúðunum.