Nýggi Sáttmálin er spennandi og avbjóðandi
14.11.2017

Tað var við gleði og spenningi eg fekk Nýggja Sáttmálan í hondina. 

 

Bókin er litrík og skilur seg væl út frá øðrum bókum í útsjónd. Hon hevur eina góða stødd og liggur væl í hondunum. Uppsetingin av tekstinum er góð og tað er passaligur nógvur tekstur á síðunum.

 

Eg hevði ynskt, at tekstirnir niðast á síðunum, sum siga hvar lisið verður úr vóru tíðiligari, tvs. var skrivað við størri skrift.

 

Nú havi eg ikki lisið allan Nýggja Sáttmálan, men vil tó siga, at eg gleðist yvir umsetingina.

 

Størsta og gleðiligasta broytingin við nýggju umsetingini, í mun til Dahl/Viderø umsetingini, tykir mær ikki at vera í sjálvum evangeliutekstunum, men í brøvunum. Her eru tekstirnir skilligari og serliga í Paulusar brøvum.


Eg skal venja meg við at Ápostlasøgan kallast Stovningin. At Opinberingin kallast Avdúkingin er eitt gott væl. At Faðir verður Pápi skal eg eisini venja meg við, men hetta er við til at krydda bíbliulesnaðin.

 

Nýggi Sáttmálin er góður at lesa sjálvstøðugur og saman við tí Nýggja Testamenti, sum eg havi lisið í mong ár.


Tað er eisini ein góð og spennandi avbjóðing at lesa kend og elskað bíbliuorð, sum eg dugi uttanat, við nýggju umsetingini.

 

Orðalistin aftast í bókini er sera góður, tí hann er stuttur, fjølbroyttur og greiður. Gott er eisini, at har er ein frágreiðing til allar bøkurnar í Nýggja Testamenti.

 

Tillukku við Nýggja Sáttmálanum.

 

Vón og bøn mín er, at hann verður nógv lisin bæði av yngri og eldri. Jesus segði jú: “Orðini, sum eg havi sagt tykkum, eru andi og lív” Jóannesar frásøga um Jesus kap. 6,63b.

 

Orð: Torleif Johannesen

 

Nýggi Sáttmálin er at fáa í bókasølum um alt landið og kostar 298,- kr.