Brellbiti úr "Nýggja Sáttmálanum"
17.11.2017

Paulusar bræv til kirkjuna í Efesus

 

1. kapitul

 

1 Til kirkjuna í Efesus. Frá Paulusi, sum Jesus Kristus hevur sent út eftir boðum frá Gudi. 2 Náði veri við tykkum og friður frá Gudi, pápa okkara, og Harranum Jesusi Kristi!

3 Lovaður veri Gud og Pápi okkara Harri Jesus Kristus, sum hevur vælsignað okkum við allari andaligari signing av himli. 4 Áðrenn heimurin var skaptur, útvaldi hann okkum, so vit kunnu standa rein og fullkomin fyri ásjón hansara. Hann elskaði okkum, 5 og tí ætlaði hann longu frammanundan, at vit skuldu hava ein serligan leiklut. Hann skuldi gera okkum til síni børn gjøgnum Kristus, 6 so at vit kundu lova og takka honum fyri stóru náði og góðsku hansara, sum hann gav okkum við elskaða Syni sínum.

7 Tá ið Jesus doyði, keypti hann okkum leys við blóði sínum og fyrigav okkum allar syndir okkara. 8 Hetta gjørdi Gud í kærleika sínum til okkara. Í vísdómi og viti sínum 9 veitti hann okkum ríkliga Guds náði, tá ið hann boðaði okkum loyndarmálið í síni verkætlan. 10 Gud hevur sett sær fyri at sameina øll í himli og á jørð til eitt í Kristi. 11 Gud ger alt eftir vilja sínum, og hann hevur í Kristi frammanundan ætlað okkum at vera sínar arvingar.


12 Vit jødar hava vónað, at Kristus fór at koma, og kunnu nú takka og lova honum fyri stórleika hansara. 13 Tit hava hoyrt sannleiksorðið um Krist, sum frelsir tykkum, og vegna hann trúgva tit hesum sannleika. Tað hevur Gud staðfest við at senda tykkum Heilaga Andan. 14 Hann er trygd fyri arvin , sum er endaliga frígerðingin, sum Gud hevur lovað fólki sínum. Latið okkum prísa og takka honum fyri tað.

 

Nýggi Sáttmálin er at fáa í bókasølum um alt landið og kostar 298,- kr.