Lurta
Søgubøkurnar í Gamla Testamenti
18.11.2017

Tær 39 bøkurnar, sum eru í Gamla Testamenti, kunnu verða býttar sundur í fýra bólkar alt eftir evni og skrivihátti. Tær fyrstu 17 bøkurnar siga frá søguligum hendingum, tær seinastu 16 (uttan Harmljóðini, ið stendur beint eftir bók Jeremiasar profets) eru profetabøkur, sum meira hava boðan heldur enn søguligar frásagnir.


Í miðjuni í innihaldsyvirlitinum í Gamla Testamenti eru tveir teir síðstu bólkarnir: vísdómsbøkurnar (Jobsbók, Orðtøkini og Prædikarin) og tær profetisku skriftirnar, sum allar eru verk, ið eru skrivað í bundnum máli: Sálmarnir, Hásongurin og Harmljóðini.

 

Fyrsta Mósebók byrjar sum heimssøga við skapanini. Tá ið Guð í frásøgnini um Bábelstornið gevur fólkinum ymisk tungumál og á henda hátt ørkymlar fólkið, verður í 12. kapitli í Fyrstu Mósebók farið at fylgja einum fólki, nevniliga ætt Ábrahams. Í endanum á Fyrstu Mósebók verður greitt frá, hvussu eftirkomarar hansara verða savnaðir í Egyptalandi, av tí at hungursneyð er í landinum.


Í Aðru til Fimtu Mósebók verður sagt frá, hvussu Ísraelsfólk, ið líður neyð, verður fríað úr Egyptalandi undir leiðslu Mósesar. Eisini verður sagt frá sáttmálanum, ið varð gjørdur á Sinai fjalli, og ferðini gjøgnum oyðimørkina. Seinast í Fimtu Mósebók stendur Ísraelsfólk við markið til tað lovaða landið, har Móses doyr.


Eftir tað gerst Jósva oddamaður, og bók hansara snýr seg um, at fólkið hertekur og býtir tað lovaða landið sínámillum. Dómarabókin sigur frá um ymsar oddamenn í tíðini, áðrenn ættir Ísraels velja sær ein felags kong.
Síðan koma tær fýra stóru bøkurnar um kongatíðina: Sámuelsbøkurnar og Kongabøkurnar. Tríggir teir fyrstu kongarnir, Saul, Dávid og Sálomon, hava ein stóran leiklut í frásagnunum, og teir ráða yvir øllum Ísraelsfólki.


Eftir hetta fer ríkið í tvíningar og verður býtt sundur í eitt Norðurríki og eitt Suðurríki, har Norðurríkið hvørvur úr bíbilsku frásøgnini, tá ið Assýria hertekur landið í 700-árunum f. Kr.


Suðurríkið, við Jerúsalem sum miðdepli, er sjálvtstøðugt ríki til fyrst í 6. øld f. Kr., tá ið Bábelmenn hertaka tað. Teir leggja templið í oyði og herleiða yvirstættina til Bábylon. Útlegdin stendur við í tvey ættarlið, og síðan kunnu bøkur Ezra og Nehemiassar siga frá, at fólkið verður leysgivið, vendir aftur og endurreisir templið í Jerúsalem.


Tær tvær Krýnikubøkurnar eru styttri frásagnir um hendingarnar alt frá skapanini og til útlegdin í Bábylon endar. Tó leggja tær eisini afturat frásagnunum í øðrum bókum.

 

Bíbliulesiætlanin 2016-17