Ummæli av Nýggja Sáttmálanum
19.11.2017

Hevði ta gleði at vera við til søguligu framløguna av Nýggja Sáttmálanum, ið Bíbliufelagið skipaði fyri sjálvan reformatiónsdagin hin 31. oktober í ár. Tað var sera áhugavert at hoyra um aðalmálið við útgávuni og hvussu arbeitt hevur verið.

 

Nýggi Sáttmálin er nýggja testamenti á gerandismáli. Talan er um týðing av Bibelen på Hverdagsdansk. Til framløguna av útgávuni varð víst á, at høvuðsmálbólkurin er yngra ættarliðið. Tí verður gerandismál brúkt. Heri Tróndheim hevur týtt, og arbeiðsbólkar hava síðan eftirhugt og viðmerkt.

 

Eg keypti mær Nýggja Sáttmálan útgávudagin, og beinanvegin fór eg spentur í gongd við at lesa.

 

Las nøkur brot, men fór eisini beinanvegin at hyggja at lyklaversum og samanbera við ta týðing, sum eg brúki dagliga (Danielsens týðing). Sera áhugavert var at lesa kend vers á gerandismáli.

 

Bæði í Dahls týðing og Danielsen týðing eru sonevndu sæluprísanirnar í Jesu fjallatalu týddar Sæl eru tey, sum… Í Nýggja Sáttmálanum stendur Tit eru eydnusom…(Matt. 5,1-11). Hetta er eftir mínum tykki ein góð umseting.

 

Her eru dømi um vers, sum eg haldi eru sera væl týdd:

 

Drekkið tykkum ikki full, tí tá kunnu tit ikki stýra tykkum, men latið tykkum fylla av Heilaga Andanum. (Ef. 5,18).

 

Kristus er endurskinið av Guds dýrd og er myndin av, hvør Gud veruliga er. (Hebr. 1,3).

 

Eg haldi, at tað er skilagott at brúka orðið sendiboð ístaðin fyri ápostlar í t.d. Matt. 10,2 (Hesir 12 vóru nú sendiboð hansara…”). Tey flestu skilja betur orðið sendiboð enn ápostlar.

 

Mín greiða niðurstøða er, at í allar flestu førum hevur eydnast væl at týða til livandi og væl skiljandi mál. Gerandismál.

 

Orðalistin aftast er sera góður og hentur. Hann er væl úr hondum greiddur.

 

Eg vil avgjørt viðmæla Nýggja Sáttmálan. Øll kunnu fáa gleði av honum og ríkari bíbliulestur og gransking av at lesa hann; bæði tann royndi og nýggi lesarin. Fyri meg er Nýggi Sáttmálin eitt virðismikið íkast aftrat øðrum týðingum, sum eg brúki í mínari bíbliugransking.

 

Eg fari at ynskja Bíbliufelagnum og Hera Tróndheim hjartaliga til lukku við útgávuni. Eg eri sannførdur um, at Nýggi Sáttmálin fer at skapa størri lesihug og áhuga fyri teimum tekstum, sum hava myndað jaliga so mong menniskju og samfeløg gjøgnum søguna.


Rúni Rasmussen.

 

Nýggi Sáttmálin er at fáa í bókasølum um alt landið og kostar 298,- kr.