Lurta
Egyptaland
23.11.2017

Flestu søguligu hendingarnar í Bíbliuni fara fram í tí lítla landøkinum millum Jordan ánna og Miðjarðarhavið, ið eitur Kánaansland, Ísrael ella Palestina. Hetta landøkið liggur ímillum tær tvær stóru mentanirnar í Miðeystri, ið liggja tætt við stórar áir:

 

Tann egyptiska við Nilánna og tann mesopotamiska við áirnar Evfrat og Tigris, sum nú er Irak. Hesi viðurskifti hava sett dám á søguna hjá hesum landøki og koma til sjóndar í fleiri bíbilskum frásøgnum.

 

Í frásøgnunum um Ábraham, Ísak og Jákup í Fyrstu Mósebók verður Egyptaland mett sum eitt friðskjól. Ábraham fer hagar við Sáru, tá ið hungursneyð er (Fyrsta Mósebók 12. kapittul ), og síðan ger ætt Jákups tað sama (Fyrsta Mósebók 46.kapittul).

 

Týdningarmiklir karavanvegir gingu millum londini ígjøgnum Palestina. Hetta sæst aftur í frásøgnini um Jósef, sum brøður hansara seldu keypmonnum, ið fóru framvið á veg til Egyptalands (Fyrsta Mósebók 37. kapittul).

 

Í Frásøgnini um Jósef í Egyptalandi fær ein ta fatan, at egyptiska kongsdømið hevur ógvuliga stórt vald, og at Fárao er hægsti myndugleiki.

Í Aðru Mósebók verður Egyptaland ógvuliga nógv umtalað. Tað er júst har, ið ætt Jákups verður til Ísraelsfólk, ið má trælka í Egyptalandi, til teirra fedranna Guð sær í náði til teirra.

 

Hóast Egyptar gera stóra mótstøðu, leiðir hann tey út í oyðimørkina og ger sáttmála við tey á Sinai fjalli. Ein av týdningarmestu lýsingunum av Guði í Gamla Testamenti er “Eg eri hann, ið leiddi tykkum út úr Egyptalandi” – sum ofta stendur sum mótsetningur til teir kánaneisku gudarnar, sum fólkið fall til at dyrka.

 

Í kongatíðini eru fleiri dømi um, hvussu Kánansland liggur ímillum tvær tjóðir, ið stríðast hvør móti aðrari við nógvum valdi, Egyptaland og Mesopotamia.

 

Í Nýggja Testamenti fær Egyptaland aftur sín gamla leiklut sum friðskjól. Tá ið Jósef við Mariu og nýfødda soni hennara flýggjar hagar undan Heródesi kongi (Matteusar evangeliið 2. kapittul). Umframt hetta verður Egyptaland í Nýggja Testamenti fyri tað mesta nevnt í tilvísingum til frásøgnina um ferðina úr Egyptalandi í Aðru Mósebók (Ápostlasøgan 7. kapittul).

 

Bíbliulesiætlanin 2016-17