Lurta
Átti fyrstu føroysku týðing av Jóhannesarevangelium
27.11.2017

Tá ið Jákup Dahl fór undir at týða Nýggjatestamenti til føroyskt, legði hann Jóhannesarevangelium til viks, tí at A. C. Evensen frammanundan hevði týtt tað.

 

Hundrað ár eru liðin síðan Evensen doyði

Leygardagin 21. oktober vóru liðin hundrað ár síðan A. C. Evensen, Sandoyar prestur og seinni Føroya próstur, doyði. Hann tók við sum próstur eftir Fr. Petersen, sum doyði 27. apríl 1917. Embætisskeiðið í kirkjunnar hægsta embæti her á landi gjørdist sostatt stutt hjá Evensen, einans hálvt ár.

 

Andreas Christian Evensen var borin í heim 6. desember 1874 á Viðareiði, har faðirin Jens Chr. Evensen sat sum prestur. Í 1877 flutti faðirin til Hvalbiar, og har livdi drongurin barnadagar sínar, til faðirin í 1885 flutti inn á Nes í Eysturoy - hann var tá vorðin Føroya próstur.

 

Andrias fór til Havnar at ganga í skúla, og haðani gekk leiðin í 1890 til Sorø, har tók hann studentsprógv í 1894. Alt fyri eitt fór hann undir gudfrøðilestur, og hann tók gudfrøðiprógv í 1901. Árið eftir tók hann við starvinum sum sóknarprestur í Sandoy við bústaði í Todnesi á Sandi. Tá hann á vári 1917 varð útnevndur til Føroya próst var hann illa sjúkur og var einans 43 ára gamal tá hann doyði á heysti hetta árið.

 

Hann hevur m.a. yrkt: »Á morgni árla vit Guði lova«, »Andanna andi, stíg nú frá tí høga« og »Nú hvíld er yvir bygd og bý«.


Fyrst í farnu øld fór A. C. Evensen í holt við at týða Jóhannesarevangelium til føroyskt, og eigur hann fyrstu týðing av hesum partinum av Nýggjatestamenti. Tá ið Jákup Dahl fór undir at týða Nýggjatestamenti til føroyskt, legði hann Jóhannesarevangelium til viks og ætlaði at geva týðingini hjá Evensen innivist. Men týddi so kortini sjálvur, so at málbúnin í øllum Nýggjatestamenti skuldi líkjast.
Føroyski málbúnin hjá Evensen ber á brá við tann í Bíbliusøguni hjá Jógvani Poulsen.

 

Eitt bragd
Sama árið, sum A. C. Evensen tók við prestastarvinum á Sandi, fór hann undir at geva út tíðarrit, ið hann gav heitið »Búreisingur«. Í einum skjaldarmerki í fyrsta nummarinum sigur hann frá ætlan síni og stavnhaldi:

»Tá ið ókunnugmaður kemur til bygdar, fer fólkið at fregnast eftir, hvør hann er. Kemur hann við náðum ella ónáðum, við góðum ella illum, hvørji eru ørindi hans, hvat merki ber hann á skildri sínum? Er her strax at siga: friðarmaður er, ungur fríggjari, komin at biðja fólk hjálpa sær at reisa búgv.

Búgvið, eg við hesum nýggja føroyska blaði hevði ætlað at reisa, var eitt prýðiligt og sámiligt heim fyri Føroya tungu, eini hús hvar Føringar kundu kenna seg heima og í góðum vinarlagi siga frá øllum at hjarta og huga dró, til stuttleika og gagn bæði fyri teir, sum skriva og lesa«.

 

Tað var eitt bragd í teirri tíðini at megna at skapa eitt so dygdargott tíðarrit, sum »Búreisingur« var. Her fanst tú greinir um skaldskap, skúlaskap, tøkni, stuttsøgur og yrkingar. Men sum so ofta fyrr, undirtøkan var ov lítil, so fíggjarliga byrðan gjørdist ov tung, og stuðulin, honum var lovaður frá skrivandi monnum, munaði alt minni og minni.


Aftan á tann eina árgangin 1902 - seks bløð tilsamans - gav útgevarin skarvin yvir við hesum lítilætnu orðum:

»Yvir »Búreising«s børu er lítið gott at siga. Blaðsins høvuðsdygd finni eg í tí, at tað hevur skapað ein hóp av góðum og løttum føroyskum orðum. Síðan má eg biðja lesararnar fyrigeva mær, at teir ikki í »Búreisingi« hava fingið so góðan lestur, sum eg kanska hevði lovað teimum«.

 

Móðurmálið í skúlan
Eitt av endamálum Føringafelags var at fáa føroyskt sum lærugrein í skúlanum. Men áðrenn hetta kundi setast í verk máttu lesibøkurnar evnast til.

 

A. C. Evensen var her maðurin, ið breyt upp um armar og gjørdi stóra arbeiðið. Í 1906 kom »Føroysk lesibók fyri eldri børn«, í 1907 komu »Stavingarbók« og »Lesibók fyri yngri børn« og í 1911 »Lesibók« (fyri læraraskúlan). Lesibókin fyri yngri børn - eisini kallað »Harubókin« - varð leingi nýtt í skúlanum, og lesibókin fyri læraraskúlan var í síni tíð roknað sum rættiliga dygdargóð læribók.

 

Virkisøki A. C. Evensens fevndi víðari enn so: Hann fór undir at geva út føroyska orðabók. Í tíðarskeiðnum 1905-08 komu út tíggju hefti, ið fevndu um orð frá A til »forfumma«. Í 1908 kom nevnda týðing hansara av Jóhannesarevangelium og árini 1908-14 kom í trimum heftum »Savn til Føroyinga søgu í 16. øld«.

 

Skrivað hevur: Pól á Kletti
Kelda: folkakirkjan.fo