Ezekiel
30.11.2017

Ezekiels bók er tann triðja av teimum fýra stóru profetabókunum í Gamla Testamenti. Í bókini verður í 1. persóni greitt frá stóru sjónunum, ið profeturin fær, og øllum hansara virki, ið fer fram fyrst í útlegdini í Bábylon.


Bókin byrjar við, at Jerúsalem fellur, og tey fyrstu av Júdaætt verða herleidd. Jójakin kongur og Ezekiel sjálvur verða herleiddir í árinum 597 f. Kr. Við støði í hesari byrjan verða sjónir Ezekiels og ávísar stórar hendingar í bókini tíðarfestar.


Sjónir Ezekiels eru ofta ógvusligar. Tær fara fram í Babylon, men tað forðar ikki fyri, at Ezekiel sær, hvat hendir í Jerúsalem. Kall hansara fara fram í einari sjón, har hann sær Guðs trónuhimmal. Har er stormur, glitrandi hvítagull, veldig vøtn buldra, og har eru himmalskar verur, sum bera trónuna (Ezekielsbók 1.- 3. kapittul). Henda sjón er tíðarfest til fimta árið í útlegd, t.e. 594 f.Kr., og síðan fylgja sjónir, ið vera tíðarfestar fram til 27. árið í útlegd.

Ezekiel fær álagt at boða fólki sínum frá, at útlegdin, hertøka Jerúsalems, og at templið er lagt í oyði er tann rættvísa revsingin fyri, at fólkið hevur dyrkað fremmandar gudar. Í einari sjón í 10. og 11. kapitli verður livandi greitt frá, hvussu Guð fer úr templi sínum og fer úr Jerúsalem, av tí at fólkið í staðnum er ólýðið. Hetta verður í 16. kapitli enntá lýst sum hor.


Í fleiri myndligum dømum vísir Ezekiel fólki sínum, at tey verða kringsett og send í útlegd, og at tað er fólksins egna skyld. Ezekiel leggur dent á, at hvør einstakur má bera revsingina fyri síni egnu misbrot og ikki fyri tey, ið forfedarnir hava gjørt.


Í gjøgnum bókina broytist tónin og innihaldið. Í fleiri kapitlum frá 25. vendir profeturin vreiði sína ímóti teimum fólkasløgum, ið hava notið gott av og hava erpað sær av falli Jerúsalems, og frá 34. kapitli fer Ezekiel frá at boða Guðs revsing til at boða lyfti um endurreisn, um uppreisn fólksins, og at Jerúsalem og templið verða endurreist. Í 43. kapitli sær Ezekiel Guð venda aftur til tempul sítt, og at tempultænastan verður endunýggjað.


Eftir Ezekiels sjónarmiðjum tey fyrstu árini í útlegd er alt hetta framvegis ein framtíðarvón. Og vónin er ikki grundað á væntanir um, at fólkið fer at batna, men at Guð fer at taka steinhjartað úr teimum og geva teimum eitt nýtt hjarta og ein nýggjan anda, soleiðis at tey aftur kunnu vera fólk hansara (Ezekiels bók 11. kapittul ørindini 17- 20).

 

Bíbliulesiætlanin 2016-17.