Lurta
Bíbliulesiætlan fyri 2017-18 er komin út
01.12.2017

Føroyska Bíbliufelagið hevur nú útgivið nýggja bíbliulesiætlan fyri 2017-18. Lesiætlanin er at finna um alt landið í kirkjum, missións- og samkomuhúsum og fríkirkjum. Bíbliulesiætlanin byrjar fyrsta sunnudag í advent og varðir eitt ár fram.

 

Nakað nýtt!

 

Henda bíbliulesiætlanin 2017-18 er triðji partur av fimm, har lisið verður ígjøgnum næstan alla Bíbliuna uppá fimm ár. Her eru smá brot at lesa, sum stig fyri stig, føra okkum víðari á eini lívslangari ferð, har vit læra Guds Orð betur og betur at kenna.

“Mangir løkir smá, gera eina stóra á” sigur orðatakið. At bíblian er eitt ótømandi hav, har vit við Heilaga Andans vegleiðing, kunna sigla um og fáa vísdóm við ævigum virðið, eru tað nógv, sum kunna skriva undir. Tað er við at lesa og taka til okkum, av hesi føði - Guds Orðið – at vit kunna uppliva hetta havið og koma fram á nýggj støð og upplivingar saman við tí livandi Frelsaranum.

Nú vit í 2017 kunna hátíðarhalda 500 ára dagin fyri trúbótina, sum í stóran mun varð byrjanin til at Guds orð kom út til vanliga fólkið, er tað framvegis eitt stríð at fáa Orðið út. Í fylgi eini kanning er tað so, at bíbliulesnaðurin hevur størri ávirkan á at børn og ung verða varðveitt í kristnu trúnni, enn tónleikur, kirkjugongd og bøn. Tí er tað av stórum týðningi, at vit lesa fyri og við okkara børnum og eggja okkara ungdómi, til at lesa fast í Bíbliuni.

 

Sum nakað nýtt, hava vit nú møguleika fyri at lesa í eini nýggjari bíbliuútgávu “Nýggji Sáttmálin”, sum er eitt Nýggja Testamenti á gerandis føroyskum, ið er serliga ætlað ungum og bíbliufremmandum. Føroyska Bíbliufelagið ynskir við hesi útgávu at eggja børnum og ungum til at lesa meira. Men tað eru eisini nógvir royndir bíbliulesarar, sum hava fingið nógv gott burturút at lesa eina slíka útgávu.

Nógv av okkum eru so kend við eina umseting av Bíblini, at vit vita júst, hvat fer at koma og hvussu tað er orða, tá vit lesa. Hetta kann føra til at vit fara “lættari” um tekstin, og tí missa nakað av innihaldinum. Tá kann tað vera gagnligt, at lesa tað kenda innihaldið við øðrum orðum og setningum.

 

Nýggi Sáttmálin skúgvar ikki verandi umsetingarnar til viks, men skal stuðla undir, at enn fleiri fara at lesa og skilja betur tað tey lesa. Tey, ið longu lesa, kunna eisini vera eggja og styrkt til at halda á.

At lesa í Bíbliuni er ikki bara eitt gott ítriv við spennandi frásøgnum, songum og orðatøkum. Tað er Guds ynski at tað vit lesa, skal gerast tíl lív og føra okkum inní eitt livandi samfelag við Jesus, har vit dag um dag kunna mennast og líkjast honum meira (Róm. 8,29).

 

Bíbliulesiætlanin kann eisini síggjast og takast niður her.

 

Góðan lesihug!


Gunnar K. Nattestad
Aðalskrivari

 

Bíbliulesiætlanin fæst við at at skriva til: gunnar@biblia.fo ella ringja tlf. 787826.