Bábylon
06.12.2017

Tað bábyloniska ríkið er bert eitt av teimum ríkjum, sum í fornøldini komu eftir hvørt annað í Mesopotamiu, t.e. økið við Evfrat og Tigris. Tey mesopotamisku ríkini hava havt týdningarmikla ávirkan í Ísrael og hava stóran leiklut í bíbliusøguni.

Bábylon er upprunaliga navnið á einum býi við Evfrat í ein útsynning úr núverandi Bagdad. Býarnavnið Bábel í frásøgnini um Bábelstornið (Fyrsta Mósebók 11 kapittul) er tað sama sum Bábylon.

Í frásøgnini um Ábraham, Ísak og Jákup er lívligt samband millum Kánáans land og áarlandið. Sagt verður, at ætt Ábrahams kom úr Ur, sum er ein býur í sunnasta parti í Mesopotamiu, og at longu faðir Ábrahams, Tera, flutti haðan við ætt síni til Káran, sum er í norðasta parti í Mesopotamiu.


Tað er hiðan, Ábraham verður kallaður at fara til Kánáan ( Mósebók 11 og 12 kapittul). Og sambandið millum tey bæði økini verður varðveitt, við tað at kona Ísak, Rebekka, er úr ættini í Káran, og Jákup eftirsíðan flýggjar hagar. Eisini kona hansara er úr ættini í Káran. Harvið vísir søgan um patriarkarnar greitt, at Ísraels fólk hevur sínar røtur í landinum millum áirnar.

Meginpartin av Ísraels kongatíð eru tað assýrar, sum við Ninive sum høvuðsstaði hava valdið í tí messopotamiska økinum, og teir kroysta ísraelsmenn illa, so Norðurríkið fer til grundar, og Jerúsalem verður kringsettur – men verður tó ikki hertikin ( Seinna Kongabók 17 og 19 kapittul).

Eftir Assýrararnar eru tað Bábylonararnir, sum taka valdið í Mesopotamiu, og tað fær hættisligan avleiðingar fyri Júdaríkið kring Jerúsalem.

Fyrst í 6 øld f. Kr. hertekur Nebukadnesar, Bábel kongur, á fleiri herferðum Jerúsalem, oyðir býin og templið og førir oddamenn fólksins í útlegd í Bábel (Seinna Kongabók 24 og 25 kapittul og Jeremia 38 kapittul og fylgjandi kapitlar). Henda útlegdin varir til persarakongurin Kýros vinnur á Bábylonarunum og leysgevur tey útlagnu, so tey kunnu fara heimaftur í árinum 538 f. Kr. Og fara at byggja býin og templið uppaftur (Seinna Krýnikubók 36 kapittul og eisini Ezra og Nehemia).

Mong vórðu verandi í Bábel og skaptu eitt sterkt jødiskt samfelag har. 137 sálmur er ein sterkur vitnisburður um sorg um útlegdina og longsulin eftir Jerúsalem. Men nógv bendir á, at útlegdin gjørdist ein tíð, har fólkið savnaði seg um eina røð av teimum eginleikum, sum skuldu gerast avgerandi í jødadóminum: sabbat, reinleika, umskering og helst eisini í sýnagoguskipanini.