Tey trý pastoralbrøvini
12.12.2017

Tað eru 13 brøv í Nýggja Testamenti, sum Paulusi hevur skrivað og sent. Trý teirra, Fyrra og Seinna Timoteusarbræv og Titusbrævið, eru ein bólkur fyri seg, við tað at tey líkjast hvørt øðrum bæði í málburði, stíli og innihaldi.

 

Tey trý brøvini siga gjølla frá, hvussu móttakararnir skulu bera seg at og loysa sínar uppgávur sum oddamenn í kirkjuliðunum. Alt frá nýtestamentligari tíð hevur hirðin (latín: pastor) verið nýttur sum ímynd fyri oddamenn í kirkjuliðunum, og harav stavar navnið á teimum trimum brøvunum: Pastoralbrøvini.

 

Um Timoteus stendur bæði í Paulusar brøvum og í Ápostlasøguni. Hann verður lýstur sum næsti starvsfelagi hjá Paulusi í missiónsarbeiðinum og sendir saman við Paulusi eina røð av hansara brøvum. Paulus hevði Timoteus sum sendiboð til kirkjulið, sum hann sjálvur ikki fekk farið til, og lýsir hann (í Filippibrævinum 2 Kapitli 22 ørindi) sum “eitt barn, sum hjálpir pápa sínum”.

 

Tá ið Fyrra Timoteusarbræv 1 kapittul ørindi 3 verður samanborið við Seinna Timoteusarbræv 1 kapittul ørindi 6, fær ein ta fatan, at Paulus við handaálegging til eitt hátíðarhald hevur innsett Timoteus sum fyristøðumann í kirkjuliðinum í Efesus, og tað er í hesi tænastu, hann nú í teimum báðum brøvunum fær tileggjan og vegleiðingar um, hvussu hann skal umsita uppgávuna.


Titus er eisini ein av Paulusar týdningarmestu starvsfeløgum. Hann er gaman í ikki nevndur í Ápostlasøguni, men av Paulusar egnu brøvum skilst, at hann hevði ein týdningarmiklan leiklut, m.a. í viðurskiftunum millum Paulus og kirkjuliðið í Korint. Titus varð innsettur sum umsjónarmaður á Kretu (Titusbrævið 1 kapittul 5 ørindi).


Í leiðbeiningunum, sum hesi trý brøvini geva, er stórur dentur lagdur á at standa fast við ta heilnæmu læruna mótvegis øllum møguligum hugsanum. Stórur dentur verður lagdur á, at tey elstu og lærararnir og onnur embætisfólk í kirkjuliðunum skulu liva eitt ólastandi lív sum fyrimynd hjá øðrum.

 

Brøvini geva nágreiniligar leiðbeiningar hjá teimum ymisku bólkunum í kirkjuliðunum: menn, kvinnur, trælir, einkjur og annað mangt., um hvørjar góðar eginleikar tey eiga at stremba eftir at sýna. Í samsvari við tíðarinnar skrivingarlag verða áminningarnar ofta orðaðar sum heilir listar yvir dygdir og lastir, sum strembast skal eftir og skulu verða skýggjaðar.