Trúgvin hjá lítlari gentu hugtekur heimin: Fyrigav Islamskum Stati
14.12.2017

Fyri trimum árum síðani hitti SAT-7 KIDS irakska flóttan Myriam, sum hevur ein radikalan boðskap um fyrigeving. Hennara orð eru farin kring knøttin og hava á leiðini nomið mong. Samstundis hevur hon hildið á við síni egnu trúarferð.


“Eg hoyri enn orðini hjá Myriam fyri mær”, sigur Essam Nagy, sum er sjónvarpsvertur og hevur havt eina samrøðu við Myriam í Erbil – ein býur í norðari parti av Irak. Júst henda samrøðan er tað størsta honum hevur verið fyri sum sjónvarpsvertur á SAT-7 KIDS. Í samrøðuni, sum var gjørd í 2014, spurdi Essam Nagy hana, hvussu hon hevði tað í samband við teir IS-krígsmenn, sum noyddu hana, familju hennara og mangar aðrar íbúgvar at flýggja frá Qaraqosh.


“Tað einasta, eg kann gera, er at biðja Gud um at fyrigeva teimum,” ljóðaði svarið, meðan hon legði afturat, at hon sjálv hevði fyrigivið teimum.

 

Samrøðan sæst her og hevur danskan undirtekst.

 

Óvikandi í síni trúgv

Videosamrøðan hjá SAT-7 við Myriam fór kring knøttin á ymsum sosialum miðlum – og náddi á tann hátt minst 2,5 milliónum menniskjum. Harafturat varð samrøðan høvið til nógvar yvirskriftir í altjóða miðlum, og nógvir hyggjarar góvu boðskapi hennara afturljóð. Millum aðrar skrivaði ein hyggjara hjá SAT-7 úr USA: ”Myriam er orsøk til íblástur, og eg vóni, at hon veit, hvørja ávirkan hennara óvikandi trúgv hevur havt á onnur.”

 

“Kirkjan er ikki bara ein bygningur, hon finst innan í menniskjum. Tað eru teir iraksku flóttarnir eitt gott dømi um, tí hóast teirra kirkjur eru bumbaðar, livir kirkjan framvegis í teimum."


Í samrøðuni lutaði Myriam tríggjar bønir: Fyri tað fyrsta ynskti hon sær, at hennara orð skuldu røkka allan heimin, harnæst at hon kundi sleppa í skúla aftur og sum tað síðsta, at hon kundi koma saman aftur við bestu vinkonu sína Sandru. Øll trý ynskini eru vorðin veruleiki. Í 2015 setti SAT-7 KIDS Myriam og Sandru í samband við hvørja aðra umvegis eitt videochat í sendingini “Lat okkum syngja” (á enskum: Let’s sing together) Og tá rásin, sum eitt “surprise”, vitjaði Myriam eitt ár seinni, hevði familjan hjá Sandru funnið saman aftur við familjuna hjá Myriam í Erbil, og nú kundu genturnar aftur ganga saman í skúla.


“Eingin kann sigra á tær”

 

Seinast Myriam tók lut í eini sending á SAT-7 KIDS var tá Nineveh-slættin í 2016 var frígjørdur. Hóast ynski hjá hennara familju var at venda heim aftur, segði pápi hennara, Waleed, at hann heldur ikki, at friður er nakað, sum finst í húsum ella londum: ”Friður er nakað, tú finnur hjá Jesusi. Líkamikið umstøður tínar – um tað so er í eldsbruna – ger tilvitanin um, at Jesus er hjá tær tað, at eingin kann sigra á tær” segði hann.


Myriam og mong onnur kristin úr Miðeystri hava varðveitt trúnna og evnini at fyrigeva hóast alla ólukku tey hava gingið í gjøgnum. “Kirkjan er ikki bara ein bygningur, hon finst innan í menniskjum. Tað eru teir iraksku flóttarnir eitt gott dømi um, tí hóast teirra kirkjur eru bumbaðar, livir kirkjan framvegis í teimum." greiðir Nagy frá.

 

Myndatekstur: Irakski flóttin Myriam kveikir mong við síni óvikandi trúgv. Mynd: SAT-7

 

Kelda: Bibelselskabet
Týtt: Dánial á Dul Jacobsen