Lurta
Troystarík bíbliuvers
10.11.2020

Her eru nøkur troystarík bíbliuvers til tann niðurboygda:

 

Sálm. 119,67-68: Villur eg fór, áðrenn eg varð boygdur, men nú gevi eg orðum tínum gætur. Góður tú ert, og gott tú gert, kenn mær boðorð tíni!

 

Jes. 55,6: Leitið til Harrans, meðan hann er at finna, kallið á hann ta stund, hann er nær.

 

Sálm. 34,17: Eygu Harrans á teimum rættvísu hvíla, oyru hans á róp teirra lýða.

 

2. Kor. 9,8: Men Guð er mentur at lata alla náði verða tykkum ríkliga fyri, so at tit í øllum lutum altíð kunnu hava alt tað, ið tykkum tørvast, og hava almikið til alt gott verk.

 

Kol. 1,13: Hann sum bjargaði okkum út úr valdi myrkursins og flutti okkum inn í ríki elskaða sonar síns.

 

Orðt. 3,5-6: Troysta á Harran av øllum tínum hjarta, men lít ikki á vitsku tína. Minst til hansara á øllum tínum leiðum, so man hann javna vegir tínar.

 

2. Kor. 9,8: Men Guð er mentur at lata alla náði verða tykkum ríkliga fyri, so at tit í øllum lutum altíð kunnu hava alt tað, ið tykkum tørvast, og hava almikið til alt gott verk.